Útlendsku rásirnar størri ávirkan á børn og ung enn SvF

Tað er niðurstøðan í kanningini um sjónvarpsávirkanina á børn og ung í Føroyum. Fyrsta kanningin varð gjørd áðrenn SvF varð stovnað, og hin 11 ár aftaná



Tað er eindømi í okkara tíð, at eitt samfelag ikki hevur fingið atgongd til sjónvarp fyrr enn í áttatiárunum. Ongastaðni vóru børn uppald uttan ávirkan av hesum sterka fjølmiðli.

Tað gav serkønu fjølmiðlagranskarum og øðrum møguleika at gera kanningar um, hvussu sjónvarp ávirkar børn og ung.

JetteForchhammer, mentanarsosiologur í Danmark, gjørdi saman við Peter Christensen og Peter Duelund, fyrstu kanningina um børn og sjónvarp í Føroyum í 1981, áðrenn Sjónvarp Føroya varð sett á stovn í 1984.

Í 1991/92 varð næsta kanningin gjørd, sum skuldi avdúka, hvat árin sjónvarpið hevði havt á uppvaksandi ættarliðið.

Endamálið við hesum kanningum var at at lýsa, hvussu sjónvarpið ávirkaði barnamentanina. Við grundarlagi í at samanbera frítíðarvirksemið og mentanarvirksemið áðrenn og aftaná at sjónvarpið kom, var møguligt at lýsa, hvussu gerandisdagurin hjá børnunum broyttist, við teimum tilboðum, sum sjónvarpið hevði at bjóða.

Í fyrstu frágreiðingini, sum kom út í 1983, varð gjørd ein meting av, hvussu sjónvarpið frameftir fór at ávirka føroyska samfelagið.


Metingarnar

vóru skeivar

Ábendingarnar vóru, at ávirkanin av sjónvarpinum fór at gera veitina djúpari á sosiala og mentanarliga økinum. Sagt varð:

* Sjónvarpið fór at avmarka sosialu samveruna, sum tá var sera væl virkandi.

* Sjónvarpið fór at skúgva føroysku mentanina til viks, eitt nú, at børnini fóru at sita óvirkin framman fyri sjónvarpið stóran part av degnum.

* Sjónvarpið fór at danisera málið, sum føroyingar annars høvdu stríðst so nógv fyri at varðveita.

* Sjónvarpið fór at ávirka barnamentanina, á hædd við liviháttur hjá børnum aðrastaðni, innan tónleik, klædnamótan, verumáta o.s.fr.

* Sjónvarpið fór at økja um bangilsi og ótryggleika hjá børnunum, av tí at so nógvur harðskapur var í sjónvarpsfilmum.

Nýggja kanningin vísir, at hesar ábendingar ikki vóru á rættari leið.

Frágreiðingin vísir á, at sjónvarpið hevur ikki havt negativa áviran á gerandisdagin hjá børnunum á tann hátt, at tey sita óvirkin framman fyri sjónvarpið, og av hesum halda seg burtur frá at luttaka í felags mentanarligum virksemi.


Børnini meira virkin enn nakrantíð

Heldur hinvegin vísir kanningin, at børnini ongantíð hava verið so virkin og luttikið í so nógvum og ymiskum felgs- tiltøkum, sum tá næsta kanningin varð gjørd í 1992.

Tað, at sjónvarpið kom, hevur ikki havt óhepnar avleiðingar á felagsvirksemið sum heild. Hóast børnini ganga til nógv ymisk tiltøk, so hyggja tey eisini nógv í sjónvarpið.

Eins og í hinum Norðurlondum er frítíðin ofta væl skipað hjá børnunum í Føroyum. Dagurin er fult settur við ymsum gerðarmálum.


Nógv gjørt fyri ítróttin

Í størri mun enn áður stuðlar tað almnnenna frítíðarveirksmið. Tá børnini ikki longur kunnu spæla trygt á bygd og í bý, noyddist tað almenna at hjálpa til, eitt nú við at byggja ítróttarhøllir og svimjihøllir. Nógv er gjørt fyri at skapa karmar um ítróttartiltøk víða um í Føroyum, verður sagt í frágreiðingini.

Sum grundgeving fyri, hví tað almenna í størri mun enn áður stuðlar frítíðarvirkseminum hjá børnum og ungdómi, sigur frágreiðingin, at ein orsøk m.a. eru broytingar í liviháttinum, og tað at kvinnurnar hava fingið fastari tilknýti til abeiðsmarknaðin, umframt at vælferðin er vaksin.

Broytingin frá bygdamentan til býarmentan hevur lutvíst sett dám á samfelagið, tó at tað bert er í Havn og fyri ein part eisini í Klaksvík, at nógv fólk eru fastlønt.

Í Havn og í Klaksvík varð farið undir at skipa frítíðarvirksemið hjá børnum, væl áðrenn fyrsta kanningin varð gjørd í 1981, og hereftir komu bygdirnar væl við á økinum.

Tær broytingar, sum síggjast aftur í frítíðarmynstrinum í skipaðu eins og óskipaðu frítíðini, skal helst skiljast sum broytingar í liviháttinum, heldur enn í sjónvarps ávirkanini, er niðurstøðan hjá Jette Forchhammer.


Børnini somu møguleikar í áttatiárunum

Í einum parti av frágreiðingini, sum er um nútíðar livihátt í Føroyum, verður greitt frá viðurskiftunum í áttatiárunum, tá nærum øll børn í Føroyum høvdu somu møguleikar á bygd og í bý. Børnini ferðaðust nógv kring oyggjarnar.

Av bygd fóru tey til handils á stórplássunum, vitjaðu familju og vinir, fóru til sjónleik ella í biograf, eins og tey luttóku á ítróttarstevnum.

Børnini á stórplássunum vitjaðu somuleiðis á bygdunum, hildu summarfrí hjá familju ella luttóku í Ítróttartiltøkum.

Í áttatiárunum høvdu øll børn nærum somu atgongd til fjølmiðlarnar, vikubløðini, teknirøðirnar, tónleik og plátur og bond.

Tá vóru enn biografar á bygd, og øll hoyrdu útvarpið. Hóast útvarpið ikki sendi allan dagin, so høvdu børnini møguleikar at hoyra útlendskar útvarpsstøðir.

Ferðamynstrið var somuleiðis tað sama. Flogsambandið við umheimin var hvønn dag, og fólk fóru á charterferðir til heitu londini o.s.fr..

Sostatt var føroyska samfelagið á altjóða støði, áðrenn sjónvarpið varð stovnað. Kortini vóru góðir møguleikar at varðveita føroysku mentanina.

Í einu so lítum samfelag sum tað føroyska, eru brúk fyri øllum góðum kreftum. Fíggjarligu góðu tíðirnar gjørdu tað eisini møguligt at skapa eitt samfelag við haldgóðum menniskjansligum, listarligum og mentanarligum virðum.

Tað var tí ein týðandi spurningur, hvussu samfelagið fór at verða ávirkað av einum so sterkum fjølmiðli, sum sjónvarp er.

Hvussu fór uppvaksandi ættarliðið, sum hevði atgongd til sjónvarpið frá byrjanini, at ávirkast av hesum?

Ó

Hóast tað bæði fíggjarliga og tekniskt var gjørligt at senda sjónvarpsendingar, so varð SvF ikki stovnað fyrr enn á heysti 1984.


Politikararnir sótu sjóvarfallið av sær

Grundleggjandi orsøkin til at tað tók so drúgva tíð at stovna SvF, var tann, at politikararnir ikki kundu semjast um, hvørt tíðin var búgvin til tað.

Meðan politiska orðaskiftið -fyri ella ímóti - helt fram, kom sjónvarpið inn um bakdyrnar og yvirhálaði politiska fyritakssemið. Privatfólk tóku seg saman og stovnaði Sjónvarpsfelagið og fóru undir sendingar.

Frágreiðingin vísir á, at avleiðingin av, at tað tók so langa tíð at stovna almenna sjónvarpið, var, at SvF fekk harða kapping frá útendskum sjónvarpsrásum, sum kundu takast niður um parabol. Tað hevði við sær, at føroyska sjónvarpið ikki fekk stórvegis ávirkan á børn og ung, og als ikki á sama hátt sum útlendsku rásirnar.

Tá seinna kanningin var gjørd í 1992, sendi SvF ikki hvønn dag í viku, og fyri tað mesta bert um kvøldarnar.

Tann ávirkanin, sum politikararnir áður vóru so bangnir fyri, skuldi nú vísa seg at verða ónýtilig.

Børn og ung komu at vaksa upp í eini altjóða fjølmiðlamentan. Tað er ávirkanin haðani og ikki frá almenna føroyska sjónvarpinum, sum speglast aftur í kanningini, sigur Jette Forchhammer í frágreiðingini.