Eitt lágtrýst fer móti Íslandi úr suðri og tilhoyrandi brúgvaløg liggja nær Føroyum til leygardagin. Um vikuskiftið floymir køld luft við ælaveðri inn yvir Føroyar frá vestri og útnyrðingi. Mánadagin verður aftur lýggjari, men óstøðugur vindur úr útsynningi.
Í morgun verður regn, men seinni klárar í úr suðri og seinnapartin verða sólarglottar. Hann veksur vindin til eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, og hitin millum seks og níggju stig. Um náttina øtlar hann vindin til strúk í vindi upp í skrið av suðri, seinni útsynningi. Skýggjað og okkurt æli. Hitin alt samdøgrið millum trý og sjey stig.
Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, um náttina av vestri. Samdrigið og ælaveður, partvís við heglingi ella vátaslettingi. Hitin millum tvey og seks stig.
Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, sum makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul. Samdrigið og heglins- ella kavaæl. Hitin um trý stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul, sum snarar í ein útsynning. Turt og yvirhøvur klárt, seinni skýggjað og kanska regn. Hitin millum frostmarkið og fimm stig.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, í støðum upp í hvassan vind. Skýggjað, við regni og sirmi, og hitin millum fimm og átta stig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri. Sól til tíðir og okkurt æli, hitin millum trý og átta stig.
Mikudagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, sum makar vindin til eitt lot til andøvsgul. Turt og sólarglottar. Hitin millum trý og átta stig.