Í morgun varð fundurin hjá Útorðurráðnum settur. Fundurin er í Vági hesaferð.
Henrik Old er formaður í ráðnum. Seks tinglimir úr limalondunum, ið eru Føroyar, Ísland og Grønland, manna ráðið.
Umframt eru embætisfólk við.
Íslendski uttanríkisráðharrin og grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hava givið avboð.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, var við á fundinum í morgun.
Fundurin er í dag og í morgin, og hósdagin er útferð á skránni.
Fundurin verður stroymdur á youtube.
##med2##