Útoyggjafelagið farið til Danmarkar við føroyskum mati

Útlendingar halda, at ræstur fiskur og garnatálg, er “áhugavert” og “spennandi”

Turt tvøst og spik, ræstur fiskur og garnatálg, men eisini rabarbusaft og siroppur úr mjaðarurt.

 

Tað er nakað av tí, tey sleppa at royna, sum legga sær leiðina framvið Nikolaj Plads mitt í Keypmannahavn.

 

Føroyar eru við á stórum mat- og mentanartiltaki, Norðurlandaráðið skipar fyri í Keypmannahavn, og sum er opið í dag og í morgin afturat.

 

Tey vænta yvir 10.000 fólk á tiltakið, sum ber heitið, Nordlige Norden, og sum byrjaði í gjár við tí endamáli at varpa ljós á útjaðaran í norðurlondum.

 

Tað er Útoyggjafelagið, sum umboðar Føroyar og harumframt eru Sámar, feløg og virki úr Álandi, Grønlandi, Íslandi, Svøríki og Finnlandi við á tiltakinum.

 

Útoyggjafelagið sigur í skrivi í dag, at tey vísa gestunum tað, sum verður etið til gerandis á útoyggj.

- Sjey døgurðarættir eru at fáa, umframt úrvaldur viðskeri. Samstundis verður greitt frá rættunum, og fólk fáa ein faldara um føroyskan mat, og føroyska mentan, við sær.

 

- Fólk fáa høvi at smakka skerpikjøt, turkaða grind og turkað spik, men tey fáa eisini høvi at smakka rabarbusaft, mjaðarurta-siropp á smáum pannukakum, te úr føroyskum urtum, alt hetta, sum, sum er ein partur av tiltakinum ”matur sum ferðaminni” hjá Útoyggjafelagnum.

 

Útoyggjafelagið sigur, at fólk, bæði norðurlendingar men ikki minst aðrir útlendingar, japanarar og amerikanarar, tykjast hava serliga gott eyga á tí ræsta, serliga ræsta fiskinum og ræsta kjøtinum.

 

- Fiskurin er borðreiddur við spiki og garnatálg, og tann lukturin fær viðmerkingar sum ”áhugavert” og ”spennandi”, og nógv vilja royna smakkin, sigur Útoyggjafelagið.

 

Útoyggjafelagið heldur, at hetta er eitt gott høvi, at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, ikki minst útoyggjarnar, sum ein týdningarmiklan berara av føroyskari matmentan. 

 

Síggj fleiri myndir frá tiltakinum undir greinini