- Útróðrarbátar fáa mest av hýsu og so nakað av toski, og fiskiskapurin er brúkiligur.
Tað er langt ímillum, at tey á Fiskamarknaði Føroya bera tíðindi um hampiligan útróður.
Men, soleiðis verður sagt í løtuni.
Streymurin verður brúkiligur alla næstu viku, og veðrið verður eisini hampiligt.
- Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri í næstu viku.
Um línuskipini verður sagt, at bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap í løtuni.
- Skipið hevur mest av longu og brosmu og kemur inn at landa mánadagin.
Tvey frystilínuskip fiska í grønlendskum sjógvi, tvey fiska í Íslandi, og fýra fiska undir Føroyum.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.