Tað skuldi bara vera eitt ummæli á Facebook um sushi matstovuna Oyisi Sushi, men endaði við at blíva eitt klandursmál millum eigaran av matstovuni og ummælaran.
Herfyri var Óli Jákup Jacobsen á matstovuni Oyisi Sushi saman við familjuni, har tey ótu buffét.
Óli Jákup Jacobsen helt seg hava havt eina so mikið keðiliga uppliving á matstovuni, at hann valdi seinni at geva matstovuni eina stjørnu út av fimm møguligum á Facebooksíðuni hjá matstovuni.
Vánaliga ummælið fekk øði í matstovueigaran, sum eitt nú kallaði føroysku familjuna sigøjnarar og legði tey undir at stjala - alment á internetinum.
Fyrr í vikuni fingu danskir fjølmiðlar frænir av hendingini, og eitt nú skrivaði Ekstra Blaðið um keðiligu upplivingina, sum Óli Jákup Jacobsen og familja hansara høvdu á Oiysi Sushi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Óla Jákup Jacobsen greiða frá hendingini.