Í 2014 verður U20 Challenge Trophy kapping fyri menn og HSF hevur gjørt av at vera við. Sum liður í fyrireikingunum hevur HSF meldað lið til European Open U19 kappingina í Gøteborg, sum er partur av Partille Cup. Henda kapping er annaðhvørt ár fyri menn og annaðhvørt ár fyri kvinnur. Næsta ár fáa kvinnurnar møguleikan sum fyrireiking til U20 Challenge Trophy í 2015.
Kári Nielsen, Birgir Hansen og Bogi Henriksen, ávikavist landsliðsvenjari, hjálparvenjari og málmansvenjari, eru í ferð við at taka út ein bruttohóp til venjingarnar, sum byrja stutt eftir at landskappingin endar.
European Open U19 kappingin í Gøteborg verður í døgunum frá 1.-5. juli og Føroyar eru komnar í bólk við Danmark, Sveis, Slovakia, Finnlandi og Estlandi.
Claus Rasmussen, venjari hjá kvinnulandsliðnum undirstrikar, at uttan altjóða avbjóðingar, so tapir hondbólturin, tí so fara fólk at leita sær har, sum avbjóðingarnar eru.
Seinnapartssendingin hjá Ràs2 fekk eitt prát við Claus Rasmussen um hetta, umframt eitt prát um umfarið hjá bestu kvinnudeildini og Atlantic Airways kappingini hetta vikuskiftið.
Tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir greinini.