Uttanflokkalisti í Klaksvík

Tankar eru frammi í Klaksvík um at gera ein uttanflokkalista til býráðsvalið í heyst. Torleif Sigurðsson, varaborgmeistari, váttar, at tankar eru frammi um hetta, men hann sigur onki ítøkiligt um tað enn

Klaksvík:
? Tað er áhugi millum fleiri av sitandi býráðslimum at skipa ein uttanflokkalista til komandi býráðsval.
Hetta sigur varaborgmeistarin, Torleif Sigurðsson í stuttari viðmerkingt til tosið um, at ein uttanflokkalisti er í umbúnað í Klaksvík.
Torleif sjálvur sigur, at hann ongantíð hevur mett, at flokspolitikkur og býráðspolitikkur hoyra saman, og er hetta høvuðsorsøkin til, at hetta tosið nú hevur tikið seg upp. Samstundis avsannar hann alt tos um ónøgd. Hann sigur, at hann hevur sitið í býráðnum í 12 ár nú, og tað kann tískil líka so væl hugsast, at hann als ikki stillar upp aftur til komandi býráðsval.
Torleif ásannar tó, at tað hevur víst seg, at teir ópolitisku flokkarnir ikki formáa sær so nógv.
? Eg meti, at um tað verður rætt framborið, so kann ein tílíkur flokkur væl gera seg galdandi, sigur hann.
Men hann vil ikki siga nakað um, hvussu ítøkiligar hesar ætlaninar eru annað enn, at tað eru tankar frammi um hetta, og at áhugi er fyri tí millum fleiri av sitandi býráðspolitikkarunum.
? Um hetta verður til nakað ella ikki, fái eg onki sagt um í verandi stund, sigur Torleif Sigurðsson.