Eldri fólk, sum sita við fullari blæðu frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið. Á fundi í Miðlahúsinum týskvøldið um støðuna á eldraøkinum varð borðreitt við einari ræðusøgu fyri og aðrari eftir um, hvussu út av lagi umstøðurnar eru hjá teimum eldru í vælferðarsamfelagnum Føroyum, og teirra avvarðandi.
Á fundinum, sum nýstovnaða felagið, Eldramálið, skipaði fyri, fekst eitt sjáldsamt høvi at hoyra, hvussu avvarðandi fata støðuna í okkara eldrarøkt
Og tað skerst ikki burtur, at tá ið Almannaverkið tosar um burðardygga og nýmótans eldrarøkt, stendur tað í himmalrópandi andsøgn við veruleikan, soleiðis sum tey avvarðandi síggja hann tá ið tey seta orð á støðuna.
Yvirhøvur var semja um, at tað, sum gongur fyri seg, er uttanfyri øll etisk og forsvarlig mørk.
Bíða og bíða …
Eitt, sum fleiri avvarðandi drógu fram, var, at starvsfólkið á bústovnum eru so illa mannað, at búfólk noyðast at sita og bíða í tað óendaliga at fáa hjálp.
Á onkrum bústovni eru tey tvey starvsfólk um kvøldið til 12 búfólk.
- Hvørja ferð, okkurt búfólk hevur brúk fyri hjálp, er neyðugt at bæði starvsfólkini eru um tað og so sita altso 11 búfólk onnur og bíða, segði ein avvarðandi.
Á onkrum sambýli høvdu tey verið fýra starvsfólk til átta búfólk. Men nú var tað skorið niður í 2,5 starvsfólk.
Samstundis vóru boðini frá myndugleikanum, at fyrsta og annan sjúkradag skulu avloysarar ikki boðsendast fyri starvsfólk, sum eru sjúk. Sostatt eru tey mangan bara 1,5 starvsfólk til átta búfólk.
Fleiri avvarðandi og starvsfólk á bústovnum kring landið visti at siga frá líknandi søgum.
Ljóspunktið er burtur
Eitt, sum harmaði fleiri avvarðandi og starvsfólk, er, at alt, sum eitur venjing, endurvenjing og ítriv, er skorið burtur.
- Hetta, sum var einasta ljóspunktið hjá nógvum av hesum fólkum er heilt ella partvíst spart burtur.
- Hetta var samstundis einasta fríløta, fleiri avvarðandi fingu til at renna onkur ørindi, ella hvíla seg eina løtu, men tann møguleikan høvdu tey avvarðandi so eisini mist.
Annars hevur endurvenjing verið eitt lyklaorð í fleiri ár, tí tað skuldi forða fyri, at fólk endaðu á bústovnum.
- Men tað havi eg ikki sæð nógv til, staðfesti eitt starvsfólk á einm bústovni turrisliga.
Hon segði, at tann eina dagin skuldu øll starvsfólkini á skeið í fýra tímar um tað, tey kallaðu daglidags-endurvenjing.
Ein orsøk til tað er, at myndugleikarnir hava lyndi til at seta ólærd fólk, ella fólk við ónøktandi útbúgving, í starv, kanska fyri at spara lønir.
- So skuldu hesi starvsfólkini á skeið í fýra tímar, har tey fingu at vita frá einum terapeuti, at tey máttu ”endiliga ikki hjálpa búfólkunum ov nógv”, og at búfólkini ”skulu sjálvi senda fatið runt, tá ið tey eta”, tí tey skulu eggjast at klára seg sjálvi!
Hugtungt
Á fundinum greiddu fleiri avvarðandi í døpurhuga frá, hvussu familjulívið fer í spønir, tí øll tíð og øll orka verður sogin úr teimum, tí tey noyðast at hava 24 tíma vakt uppi yvir eldri fólki, sum hava ymisk ellisbrekk og kanska eru minnisveik, og sostatt eru fullkomiliga óútroknilig.
Sum ein segði, tá ið hann fagnaði nústovnaða eldrafelagnum: Vit hava brúk fyri einum sterkum vakthundi, sum goyr hart.
Ein annar avvarðandi greiddi frá, hvussu mamman sat og ”hekk í einum koyristóli” við fullari blæðu frá klokkan 10 á morgni til klokkan 23 ella 23.30 á kvøldið, tí heimarøktin endiliga aftur kom á gátt.
- Var talan um eitt barn fóru vit til barnaverndina og so hevði hon lagt upp í. Men vit hava onga eldravernd, helt hesin næstringurin fyri
Ein triði avvarðandi hevði eina vermammu, sum var langt uppi í nítiárunum. Tað vóru nógv ár síðani, at tey høvdu søkt um búpláss og fleiri ferðir fingu tey boð um, at hon stóð á listanum.
- Einaferð stóð hon sum nummar fýra ella fimm á listanum. Tá sótu vit og lurtaði eftir útvarpinum at vita um ikki onkur var deyður, so vermamman slapp eitt pláss longur fram á listan, greiddi ein ógvuliga hugtungur versonur frá.
- Einaferð varð komið so langt, at kamarið var gjørt klárt til vermammuna, men so komu knappliga boð um, at hon slapp ikki á heimið kortini, tí hon var ikki so illa fyri.
Síðani er vermamman skorðin fyri krabbamein, men hon sleppur kortini ikki á bústovn, tí hon var ikki nóg illa fyri - hóast eisini børnini og verbørnini eisini eru farin um pensjónsaldur.
Les fleiri greinar í blaðnum í dag um sama evni.