Uttanlandsnevndin uttanlands

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur kunnað seg um virksemið á Sendistovu Føroya í Reykjavík, og haðani varð farið til London. Í Reykjavík kunnaði nevndin seg um virksemið á Sendistovu Føroya, har Gunvør Balle, sendikvinna greiddi nevndini frá ymsu starvsøkjunum, sum sendistovan fevnir um, og hvørji tey mest áleikandi málini eru.

Nevndin havði eisini fund við sínar starvsbrøður, uttanlandsnevnd Altingsing, har tosað var um áleikandi mál og um støðu Íslands á veðurlagsøkinum. Eisini fekk uttanlandsnevndin høvið at hava fund við fíggjarmálaráðharran, Steingrími J. Sigfússon, sum greiddi frá búskaparstøðuni, Icesave málinum og viðurskiftinum við ES.

Harumframt hevur fundur verið við Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharra, sum greiddi nærri frá um viðurskiftini við ES og umsóknina um ES limaskap. Hann legði áherslu á, at londini í útnorði styrkja sítt samstarv um felags áhugamál.

Ú Reykjavík´fór ferðalagið til London. Við á ferðini eru John Johannesen, formaður, Poul Michelsen, Karsten Hansen, Høgni Hoydal, Helgi Abrahamsen og Jógvan á Lakjuni umframt Kristina Samuelsen, skrivari.