Uttanríkisráðharrar hava vitjað í Kyiv

- Russland roynir bevíst at oyðileggja sivila undirstøðukervið við tí endamáli, at ukrainar skulu sita uttan el og hita í vetur, sigur norski uttanríkisráðharrin.

Norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, hevur vitjað í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag.

Norska uttanríkisráðið sigur í tíðindaskrivi í dag, at Anniken Huitfeldt, uttanríkisráðharri, hevur vitjað í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag.

 

Vitjan er komin í lag eftir, at russar í vikur hava lopið á sivila undirstøðukervið í landinum, sum hevur ført til, at stórir partar av Ukraina hava verið uttan streym, hita og vatn.

 

- Russland roynir bevíst at oyðileggja sivila undirstøðukervið. Ómenniskjansligu atgerðirnar síggja út til at hava til endamáls, at fólk skulu sita uttan el og hita í vetur, sigur hon.

 

Í tíðindaskrivi sigur norski uttanríkisráðharrin, at hetta er ein desperat roynd hjá russum at frysta fólk, so tey noyðast at søkja sær skjól aðrastaðni.

 

Anniken Huitfeldt vitjaði eisini í Kyiv í mai mánaði í ár. Síðan tá - og serliga í heyst - hevur Russland hert álopini á høvuðsstaðin og aðrar stórar býir í Ukraina.

 

- At koma til Kyiv - ein bý, sum hevur livað við kríggi í tíggju mánaðir - er brutalt, sigur uttanríkisráðharrin, sum vísir á, at avleiðingarnar av hesum brutaliteti eru ógvusligar.

 

Í tíðindaskrivinum hjá norska uttanríkisráðnum verður sagt, at endamálið við vitjanini er at vísa ukrainska fólkinum samhuga og stuðul til landsins verju.

 

- Vit lata og fara at halda fram við at lata stórar nøgdir av humaniterari hjálp gjøgnum ST eins og norskar og altjóða hjálparfelagsskapir. 

 

Anniken Huitfeldt sigur, at aftrat hesum letur Noreg vápn og hernaðarligan stuðul til tess at stuðla Ukraina í lógligu royndini hjá landinum at verja seg.

 

Norski uttanríkisráðharrin vitjaði Kyiv í dag saman við sínum norðurlendsku og baltisku starvsfeløgum.

 

 

 

Norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, hevur vitjað í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag.