Uttanríkisráðharrin í Iran: Nýggi ovasti leiðari er tryggur

Hægsti leiðari í Iran, Mojtaba Khamenei, hevur ikki verið alment frammi, síðani hann tók við eftir pápa sín.

Ein mynd av ovasta leiðaranum í Iran, Mojtaba Khamenei, er sýnd fram undir mótmælisgongu í París móti krígnum í Miðeystri. (Savnsmynd). - Mynd: Martin Lelievre/Ritzau Scanpix

Hægsti leiðari í Iran, Mojtaba Khamenei, sum tók við eftir deyða pápa síns, er "tryggur" og "hevur fult tamarhald á støðuni", sambært uttanríkisráðharranum í Iran, Abbas Araghchi.

Tað segði uttanríkisráðharrin í samrøðu við miðilin Alaraby Aljadeed, skrivar BBC.

Mojtaba Khamenei hevur ikki verið alment frammi, síðani hann varð settur sum nýggjur leiðari 8. mars.

Ongar myndir av Khamenei eru almannakunngjørdar síðani ísraelsk og amerikansk álop í byrjanini av krígnum 28. februar, tá ein stórur partur av familjuni hjá honum vórðu dripin, harímillum pápin og kona hansara.

Fyrsta almenna útsøgn hansara kom hósdagin og varð lisin upp av einum sjónvarpsverti. Í fráboðanini sigur hann, at hann fer at halda strategiskt týdningarmikla Hormuzsundið stongt.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vísti útsøgnini aftur og legði upp til, at Mojtaba Khamenei kanska als ikki hevur tamarhald á støðuni í Iran.

– Eg veit ikki, um hann yvirhøvur er á lívi. Higartil hevur eingin kunna víst hann, segði Trump, sambært AFP, eftir útsøgnina hjá iranska leiðaranum.

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, segði fríggjadagin, at Khamenei er særdur og helst skemmaður.

– Vit vita, at nýggi sonevndi ikki-so-ovasti leiðarin er skaddur og helst vanskeplaður. Hann gav út fráboðan í gjár (hósdagin, ritstj.). Ein veikur, faktiskt, men har var eingin rødd og einki video. Talan var um eina skrivliga fráboðan, segði Hegseth.

Ein iranskur embætismaður segði við Reuters mikudagin, at Khamenei fekk eitt sindur av skaða, men at hann helt fram at arbeiða. Iranskir almennir miðlar hava áður skrivað, at hann hevur fingið ein krígsskaða, sambært Reuters.

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur, at Iran fegnast um eina og hvørja "økisloysn, sum førir til ein rættvísan enda á krígnum", sambært BBC.

Hann legði afturat, at Hormuzsundið var "opið fyri øllum uttan amerikanskum skipum og sameindum hjá amerikanarum".

 

/Ritzau/

 

 

 

Ein mynd av ovasta leiðaranum í Iran, Mojtaba Khamenei, er sýnd fram undir mótmælisgongu í París móti krígnum í Miðeystri. (Savnsmynd). - Mynd: Martin Lelievre/Ritzau Scanpix