Býráðið í Eysturkommunu samtykti á býráðsfundi hin 26. februar at taka av tilboðnum hjá J&K Petersen um at gera grundstykkir í nýggja býlinginum í hjartanum av Syðrugøtu.
- Arbeiðstakarasáttmálin varð undirskrivaður í dag, vita tey í Eysturkommunu at siga.
Talan er um átta sethúsagrundstykkir, sum verða gjørd byggiklár. Harumframt eru 3700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbygging.
Tað verður J&K Petersen, fara at standa fyri arbeiðnum, og tað verða eisini J&K Petersen, sum skulu standa fyri at byggja og selja raðhúsini.
- Her verður talan um eini 15-17 raðhús, so samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum verður 23-25 bústaðir, siga tey í Eysturkommunu.
Lagt verður aftrat, at verkætlanin hevur verið ávegis í nøkur ár, og fyrsta prátið um lendiskeyp var í 2021.
- Fyri nakað av tíð síðani varð avtala undirskrivað við Henning Larsen Arkitektar um at tekna og projektera, umframt at SPENN hevur staðið fyri konstruktiónum, og SMJ hevur staðið fyri el og HVS.
Arbeiðið var nú komið so mikið ávegis, at sáttmáli er nú undirskrivaður millum Eysturkommunu og J&K Petersen.
Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, og Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen, skrivaðu undir sáttmálan í býráðshúsinum í dag.
- Arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í mars mánaði og kemur væntandi at taka tað mesta av einum ári. Tá grundstykkini verða klár, verður lýst nærri, hvussu hesi verða seld borgarum, siga tey í Eysturkommunu í dag.










