ROKS – nú við egnum víni

Eftir ein góðan vetrarsteðg letur matstovan ROKS aftur dyrnar upp mikudagin 4. mars 2026 – og hesa ferð við spennandi tíðindum: vit hava fingið okkara egna ROKS Riesling-vín.

Tíðindaskriv, Roks:

 

Í november 2025 hevði ROKS vitjan av týska vínbóndanum Daniel Kurrle úr vínøkinum Württemberg, beint uttan fyri Stuttgart. Daniel hevði nakrar av sínum bestu vínfløskum við til Føroya, og saman skipaðu vit fyri einum væleydnaðum vínkvøldi á ROKS.

 

Vínini hjá Daniel gagnðust bæði okkum og gestunum á ROKS sera væl, og tað var tá, at hugskotið byrjaði at spíra: at gera eitt serstakt vín til ROKS – eitt vín, sum bert fæst á ROKS í serligum ROKS-sniði.

 

Vit smakkaðu okkum ígjøgnum vínúrvalið, og serliga ein Riesling skaraði framúr. Hon vísti seg at hóska serstakliga væl til okkara matskrá – elegant og við góðari javnvág, sum lyftir smakkirnar í matinum uttan at taka yvir. Nýggja vínið er ein frísk og sera væl balanserað Riesling, framleidd uttan íblandingarevni.

 

List og vín í vøkrum samanspæli

 

Á ROKS er list ein natúrligur partur av samleikanum. Okkara egni húslistamaður, Tóroddur Poulsen, hevur prýtt veggirnar við sínum sermerkta stíli – ja, sjálvt á vesinum sæst hansara list.

 

Eitt av hansara listaverkum – ein hond við vínglasi – er valt at prýða seðilin á nýggju vínfløskuni. Soleiðis sameinast vín, list og matmentan í einari heildaruppliving.

 

Nýggj matskrá – nýtt vín

 

Mikudagin 4. mars 2026 lata vit fyri fyrstu ferð okkara ROKS Riesling upp fyri gestum. Samstundis bjóða vit vælkomin til eina nýggja matskrá og eitt toymi, sum gleðir seg at taka ímóti bæði trúføstum eins og nýggjum gestum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##