»Tað átti at borið til at umvalt sendaran í teirri tíðini, hann var sløktur kortini. Til dømis um náttina,« sigur Heðin Jørgensen, bestimaður á línuskipinum Venus.
»Tað gera vit eisini í tann mun, tað er gjørligt,« sigur Jens Julian Reinert á Telefonverki Føroya Løgtings, sum hevur teknisku umsitingina av sendinetinum um hendur.
Óreglulig sending
Tað er alt ov ofta ólag á millumbylgjusendaranum hjá Útvarpinum, sigur Heðin Jørgensen, bestimaður á Venus.
Hann sigur, at tað kemur alt ov ofta fyri, at óljóð ger, at illa ber til at fylgja við tí, sent verður.
Og ein annar trupuleiki er, at verður eitthvørt í ólagi, tykist tað mangan, sum tað skal gerast aftur, í senditíðini.
Jens Julian Reinert á Telefonverkinum, sigur, at teir í allan tann mun, tað er gjørligt, arbeiða við sendinetinum ta tíðina, Útvarpið ikki sendir kortini.
»Vit royna altíð at gera tað, innandura er, um náttina,« sigur hann. »Men skal farast upp í mastrina, vilja vit hava dagslýsi. Vit slaka ikki við trygdini hjá fólkinum,« sigur hann.
Heðin Jørgensen vísir til, at seinasta vikuskifti var rættiligt ólag á sendingini.
Til tað sigur Jens Julian Reinert, at teir hava havt onkrar tekniskar trupuleikar um dagarnar, sum tað tykiskt ringt at finna. So er neyðugt at fara ígjøgnum alt kervið, og har er nógv, sum kannast skal.
Niðursett megi
Heðin Jørgensen, bestimaður á Venus, sigur, at tað er irriterandi, at Útvarpið sendir við niðursettari megi. Tað ger, at skipini, sum eru bara eitt sindur úr landi, ikki hoyra alt, sum sent verður.
Hann sigur, at tað argar at hoyra útvarpsmenninar siga, at teir skrúva meira frá, tá fólk ringja úr Danmark leygarkvøld, so tey kunnu hoyra, tá teir ikki gera tað sama fyri teir menn, sum lurta dagliga.
Til hetta sigur Jens Julian Reinert á Telefonverkinum, at tað ger ongan mun, har hoyrilíkindini eru vanlig, um sent verður við fullari ella hálvari megi.
Tað er ikki, fyrr enn komið verður heilt út í kantin av tí, sendarin yvirhøvur røkkur, at munur hoyrist á, um sent verður við 100kw. ella 200 kw.
Men tað kann sjálvandi kortini vera ójavnt eisini á nærleiðum. Tað velst um so ógvuliga nógv ting, sigur Jens Julian Reinert.
Útgerðin, til at móttaka umborð á skipinum, kann vera eitt. Viðurskifti í atmosferini eitt annað, og plaseringin hjá skipinum eitt triðja. Hvar eru sendimastrarnar. Ber land upp fyri og so framvegis.
Jens Julian Reinert sigur, at hoyrilíkindi ikki eru nakað, sum er støðugt. Tey kunnu bert avgerðast út frá statistiskum metingum.
Fíggjarligur spurningur
Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpi Føroya, sigur, at tá Útvarpið fór at senda við nýggja millumbylgjusendaranum, varð ein skipan gjørd, sum segði, at tíðindasendingarnar á middegi og á kvøldi, umframt kvøðuljómarnir til sjófólkið og onkrar ávísar aðrar sendingar, skuldu sendast við fullari megi.
Hetta komst av, sigur Jógvan Jespersen, at streymnýtslan er munandi hægri, tá sent verður við 200 kw., enn tá sent verður við 100 kw. Talan er um ein mun upp á umleið eina millión krónur árliga.
Í dag er tað »Landið«, sum eigur og rekur sendaran, og er Útvarpið tí, sum so, leyst av kostnaðinum. Men kortini verður sent eftir teirri gomlu skipanini.
Útvarpið hevur roynt at fingið eitt yvirlit yvir, hvussu sendingarnar hoyrast í mun til styrkina, sum sent verður við.
Men tað tykist eitt sindur torført at fáa eina mynd av hesum. Tó hevur Útvarpið frætt frá skipunum í Barentshavinum, at tey hoyra væl betri, tá sent verður við 200 kw.
Og tað passar væl við tað, Jens Julian Reinert á Telefonverki Føroya Løgtings sigur um, at munurin er skilligastur í útkantinum av tí, sendarin yvirhøvur røkkur.
Tað er eingin ivi um, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, at tey heldur enn fegin vildu sent allar sendingar við fullari megi. Men fíggjarligu umstøðurnar eru nú einaferð ikki til annað enn tað, sent verður.
Tað er Sámal Petur í Grund, sum umsitir samskiftismál í Tinganesi. Men hann er í løtuni staddur á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki í Finlandi, og var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Annars letur Heðin Jørgensen, bestimaður á Venus, heilsa og sigur, at fyrrapartin mikudagin hoyrdu teir Útvarpið heilt væl, á Ingolfshøvdgrunninum yviri á Suðurlandinum. Og hann sigur eisini, at Útvarpið ongantíð fyrr hevur havt betri sendingar enn tað sama. So tað er harmiligt, at tær ikki hoyrast betri.
Venus hevur havt brúkiliga fiskiskap, letur bestimaðurin at. Tað er mest longa og brosma, teir hava fingið. Men onkur hýsa sløðist upp í millum, sigur Heðin Jørgensen.