Útvarpið hoyrist skjótt í Við­ar­eið­is­tunl­i­num

Útvarpssamband verður eftir ætlan tøkt í Viðareiðistunlinum frá 22. september.

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni.

 

Viðareiðistunnilin varð liðugur í 2016, men sambært landsstýrismanninum hevur eingin játtan verið til at fáa útvarpssamband í tunnilin fyrr enn í ár.

 

Arbeiðið er nú í gongd og verður eftir tíðarætlanini handað 22. september. Tá fer útvarpið at hoyrast í tunlinum.