Lars Saabye Christensen er føddur í Oslo 21. september 1953, og hansara partur av býnum er baktjald í flestu bókum hansara. Í fleiri ár búði hann í Sortland í Norður-Noregi, sum eisini verður lýst í summum av bókunum.
Fyrsta rættiliga bók hansara, eitt yrkingasavn við heitinum Historien om Gly, sum hann tað árið fekk Terjei Vesaas debutantvirðislønina fyri, kom út í 1976, fyri júst 30 árum síðani. Men áðrenn tað hevði hann selt heimagjørd, stensilerað søvn við yrkingum úti á gøtunum í Oslo.
Fangar ungdómin
Í 1977 kom út fyrsta skaldsøga hansara, Amatøren eitur hon. Og hevur hann hesi 30 árini, javnt og samt, givið út skaldsøgur, stuttsøgur, leikrit, yrkingar, so at hann hetta tíðarskeiðið hevur latið frá sær 40 bøkur til samans. Hann er sum rithøvundur bæði avreksmikil og fjølbroyttur.
Rættiliga gitin sum prosahøvundur gjørdist Saabye Christensen við skaldsøguni Beatles (1984), eini ættarliðsskaldsøgu um norskan ungdóm í tí næstbesta økinum har vesturi í Oslo. Skaldsøgan hevur hildið sær væl, kemur altsamt út í nýggjum uppløgum. Skaldsøgan hevur tað í sær, sum ger, at nýggj ungdómsættarlið, bæði í Noregi og uttan fyri Noregi, framhaldandi hava tikið hana til sín. Tá ið lesararnir hjá norsku avísuni Dagbladet fyri nøkrum árum síðani skuldu velja ta norsku bókina, sum tey hildu hava mest at siga seinastu fjórðingsøldina, valdu tey hesa bókina sum ta mest umráðandi.
Gjørt hol í sjógvin
Summar av bókunum hjá Saabye Christensen eru seinni gjørdar til film. Lars Saabye Christensen hevur eisini skrivað onnur filmshandrit, millum annað til spælifilmin Brennende blomster (1985). Harumframt hevur hann, t.d. fyri norska kringvarpið NRK, skrivað fleiri filmshandrit burtur úr tí, sum aðrir rithøvundar upprunaliga hava skrivað, eitt nú Knut Hamsun.
Hóast Saabye Christensen hegnisliga skiftir ímillum tey ymisku bókmentasløgini, so er tað tó ikki minst sum skaldsøguhøvundur, at hann við støðugt størri dugnasemi og hegni hevur gjørt vart við seg – fyri ikki at siga, at hann so dyggiliga hevur gjørt hol í sjógvin og sligið navn sítt fast, ikki bara í Noregi, men víða um heim.
Heðiraður fyri stórverk
Tað gjørdi hann, so at neistarnir fuku, við meistaraverkinum, skaldsøguni Halvbroren (2001). Henda stórsligna skaldsøga, ið snýðst um fýra ættarlið í Noregi í 20. øld, veitti honum fleiri virðislønir, millum annað norðurlendsku bókmentavirðislønina, og tann bókin er higar til umsett til fleiri enn 20 mál. Men hann er ongantíð steðgaður á, og hesi allar seinastu árini hevur hann, umframt nýggjar stuttsøgur og yrkingar, eisini skrivað tríggjar skaldsøgur: Maskeblomstfamilien (2003), Modellen (2005) og Saabyes cirkus (2006).
---
Høvundi høgt í metum
24. oktober í ár varð Lars Saabye Christensen útnevndur til Kommandørur av Kongeligu Norsku St. Olavs Ordanum, fyri avrik sítt innan norskan skaldskap.
Í grundgevingini fyri heiðurin segði nevndin, at Lars Saabye Christensen í ritverki sínum, við einføldum háttalagi og listarligum hugflogi, hevur megna at gera menniskjuni, ið hann skrivar um, livandi á ein hátt, sum hevur gjørt tað til eina stóra og gleðiliga uppliving at lesa yrkingar og skaldsøgur hansara. Harumframt varð hann heiðraður fyri miðvísa arbeiðið at fáa fram nýggjar evnaríkar høvundar í norskum skaldskapi.
Í 2001 hátíðarhelt Lars Saabye Christensen 25 ára dagin sum rithøvundur. Hetta gjørdi hann við bókini Halvbroren. Fyri hesa skaldsøgu fekk hann bæði norska Bókhandlaraprísin og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
--
GG::
Bókadagshaldið í Norðurlandahúsinum byrjar sunnudagin 3. desember klokkan 15.00 – og Lars Saabye Christensen hevur sínar hugleiðingar “Erindring og Fantasi” klokkan 16.00. Ókeypis atgongd – øll eru hjartaliga vælkomin!
--
Útgávur hjá Lars Lars Saabye Christensen:
- Historien om Gly, yrkingar (1976)
- Amatøren, skaldsøga (1977)
- Ordbok, yrkingar (1977)
- Kamelen i mitt hjerte, yrkingar (1978)
- Jaktmarker, yrkingar (1979)
- Billettene, skaldsøga (1980)
- Jokeren, skaldsøga (1981)
- Paraply, yrkingar (1982)
- Beatles, skaldsøga (1984)
- Blodets bånd, skaldsøga (1985)
- Columbus´ ankomst, 3 skuespill (1986)
- Åsteder, yrkingar (1986)
- Sneglene, skaldsøga (1987)
- Herman, skaldsøga (1988)
- Stempler, yrkingar (1989)
- Vesterålen, yrkingar og foto (sm.m. Alf Oxem og Ove Aalo, foto) (1989)
- Bly, roman (1990)
- Hvor er det blitt av alle gutta, yrkingar í úrvali (1991)
- Gutten som ville være en av gutta, skaldsøga (1992)
- Ingens, stuttsøgur (1992)
- Den akustiske skyggen, yrkingar (1993)
- Nordmarka, yrkingar og foto (sm.v. Bård Løken, foto) (1993)
- Alexandrias aske, yrkingar (sm.v. Gro Dahle, Paal-Helge Haugen og Thorvald Steen), (1993)
- Mekka, skuespill (1994)
- Jubel, skaldsøga (1995)
- Den andre siden av blått, yrkingar og foto (sm.v. Trym Ivar Bergsmo, foto) (1996)
- Den misunnelige frisøren, stuttsøgur (1997)
- Falleferdig himmel, yrkingar (1998)
- Pasninger, fótbóltsyrkingar (1998)
- Under en sort paraply, yrkingar i utvalg ved Niels Fredrik Dahl (1998)
- Noen som elsker hverandre, stuttsøgur (1999)
- Kongen som ville ha mer enn en krone, myndabók (sm.v. Randall Meyers og Anita Killi) (1999)
- Pinnsvinsol, yrkingar (2000)
- Mann for sin katt, yrkingar (ill. av Rune Johan Andersson) (2000)
- Halvbroren, skaldsøga (2001)
- Maskeblomstfamilien, skaldsøga (2003)
- Sanger & steiner, yrkingar (2003)
- Oscar Wildes heis, stuttsøgur (2004)
- Modellen, skaldsøga (2005)
- Saabyes cirkus, skaldsøga (2006)
- Stille lengde, stuttsøgur (2006)
Virðislønir:
- Tarjei Vesaas debutantpris (1976)
- Hørespillprisen (1981-82)
- Cappelenprisen (1984)
- Rivertonprisen (1987)
- Kritikerprisen (1988)
- Bokhandlerprisen (1990)
- Amandaprisen (1991)
- Doblougprisen (1993)
- Riksmålsprisen (1997)
- Sarpsborgrisen (1999)
- Aamodt-statuetten (2001)
- Bokhandlerprisen (2001)
- Brageprisen (2001)
- Den norske leserprisen (2001)
- Nordisk Råds Litteraturpris 2002