Vestmenningar vunnu ein tryggan sigur, sum varð grundlagdur longu fyrstu løtuna av dystinum, har VÍF skeyt seg upp á 6-0.
Og hesum megnaði StÍF ongan tíð at svara aftur. Vestmenningar hildu rimmarfast um leiðsluna gjøgnum allan dystin, og tí kom væntaði spenningurin ongan tíð í dystin.
Bestu málskjúttar hjá StÍF vóru Gabriel Staciu og Mortan Hansen, sum skutu 6 mál hvør. Sámal Joensen skeyt 7 mál fyri VÍF.
StÍF-VÍF 22-29 (8-14)