VÍF er tryggjað

Tað var klassamunur, tá VÍF vísti StÍF, at tær ikki ætla sær nakran veg niður í 1. deild at spæla

Hondbóltur

Unga liðið hjá VÍF verður av fleiri mett sum liðið, ið hevur gjørt størstu framstigini hetta kappingarárið.
Fyrstu nógvu umførini lógu tær annars í tungum sjógvi, men tær hava togað seg væl upp, og sunnudagin tóku tær av, tá tær høvdu møguleikan at siga endaliga farvæl við botnin.
Og tað gjørdu tær mest sum alt fyri eitt í dystinum móti StÍF. Uttan at vera minsta tyngdar av nervum ella líknandi, trumlaði heimaliðið avstað í slíkari øði, at StÍF-bonkurin sá seg noyddan at taka time-out eftir bara 10 minuttum.
Tá stóð longu 6-1 á talvuni, og hóast StÍF eftir hetta kom betur við, so megnaðu tær á ongan hátt at gera dystin spennandi á nakran hátt.
Eina løtu eftir steðgin máttu heimaáskoðararnir tó halda ondini. Liljan Djurhuus hevur í nógvum verið krumtappurin í spælinum hjá VÍF, og tí kom tað illa við, tá stórskjúttin eftir 40 minuttum fekk bæði aðru og trijðu útvísing sína.
Men heldur ikki hetta nervaði stórvegis. Heldur gav hetta liðfeløgunum møguleikan at prógva, at VÍF er so øgiliga nógv meira enn bara ein spælari, og tað sást mest sum ikki á spælinum, at eitt tað sterkasta kortið longu var sent undir brúsuna.
Tokið koyrdi í øllum førum víðari við fullari ferð, og sum vera man fegnaðust tær á heimaliðnum eftir sigurin.
Hinvegin leggur hetta trýst á StÍF í botnstríðnum. Enn eru strandakvinnurnar fýra stig framman fyri VB, sum er á aftasta sessinum. Vónin hjá StÍF er helst, at VÍF avgreiðir tann spenningin longu um eina viku, tá VB skal til Vestmanna. Um ikki er lagt upp til veruligt botnbrak á Skála um tvær vikur, tá VB kemur har at vitja.

Fakta um dystin
VÍF-StÍF 31-22 (17-11)
10 min: 6-1
20 min: 12-7
40 min: 21-15
50 min: 25-18
Málskjúttar
VÍF: Heidi Joensen 10(2), Liljan Djurhuus 6(2), Agnas Olsen 4, Tóra Seloy 4, Finngerð Jensen 3, Halla Midjord 3, Elisa Leo 1
StÍF: Bára Berthelsen 7, Rebekka Justinussen 6(4), Roxana Bodirlau 4, Ásgerð Káradóttir 2, Annika L. Petersen 1, Bobra Adriana 1, Anna Petersen 1
Brotskøst: VÍF 4, StÍF 4
Útvísingar: VÍF 4, StÍF 5
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Ragnar Simnosen & Rúni Mohr