VÍF heldur fast í oddinum

VÍF vann tryggan sigur í Atlantic Airways kappingini, tá hoyvíkingar vóru á vitjan. Dysturin vísti, at talan var um eitt topplið og eitt botnlið

Toppur og botnur møttust í Vestmanna leygardagin, tá oddaliðið VÍF tók ímóti H71. Undan dystinum var VÍF greiður favorittur, men fyri bert eini viku síðani vunnu hoyvíkingar ein flottan sigur á Neistanum. Tí var væntandi, at teir kanska aftur leygardagin fóru at leypa hvøkk á vestmenningar.
Hoyvíkingar tørvaðu stigini, tí at teir skulu vinna seg úr botninum. Men VÍF skuldu vinna fyri at halda fast í oddinum, og tað var tí greitt, at VÍF fóru ikki at geva nakað burtur.

Vælsmurt VÍF álop
So bleiv heldur ikki, tí VÍF var snøgt sagt betra liðið. Teir løgdu hart út og vunnu sær trygga leiðslu. Álopið koyrdi væl, og í hálvleikinum førdi heimaliðið heili 19-11. Hetta eru nógv mál at skora í einum hálvleiki. Verjan hjá hoyvíkingum megnaði bara ikki at steðga vælkoyrandi álopsspælinum hjá VÍF.

Nú var støðið lagt fyri restina av dystinum, og H71 kom ongantíð nær við heimaliðið. Í seinna hálvleiki var munurin ikki so stórur á liðnum, og her var H71 heldur betur við. VÍF dovnaðu eitt sindur, sum vanligt er, tá ið eitt lið vinnur sær eina trygga leiðslu. VÍF økti tó eitt sindur um leiðsluna í seinna hálvleiki, og endaliga støðan av dystinum gjørdist 36-25 til VÍF. Sostatt var talan um stórsigur.

Avbjóðing fyri framman
Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Sámal Joensen, Agnar Joensen og Sjúrður Poulsen við 7 málum. Hetta vísir eisini breiddina hjá liðnum. Ungi Sjúrður Poulsen hevur veruliga bitið seg fastan á liðnum, og hann spældi enn ein góðan dyst leygardagin.
Hjá H71 fekk Esbern Patursson flest mál. Hann tveitti 7 ferðir bóltin í netið hjá vestmenningum.

Við sigrium halda teir fast í oddinum, meðan H71 enn liggur á aftasta plássi. Teir skulu veruliga koma í gongd í seinnu hálvu. VÍF mugu eisini halda fram við góða spælinum, tí at skjótt verða stigini koyrd í helvt, og so verður enn tættari millum liðini.