VÍF heldur fram

VÍF-Tjaldur 38-22 (17-12)

 

Hondbóltur

Jákup Mørk



Stigamissurin fyri Kyndli tykist ikki nerta við sjálvsálitið hjá vestmenningum, sum hóskvøldið trumlaðu Tjaldur til viks


Ein dystur varð leiktur í bestu mansdeildini hóskvøldið, tá Tjaldur vitjaði oddaliðið í Vestmanna.

Einki er at ivast í, at heimaáskoðararnir væntaðu ein sigur av liðnum, og menninir á vøllinum lótu ikki nakað vónbrot frá sær í so máta.


Avgjørdu alt fyri eitt

Vestmenningar løgdu beinan vegin harðliga fyri, og vunnu sær skjótt eina hampuliga leiðslu, og so kom Tjaldur í roynd og veru ongantíð nærri nøkrum stigi.

Tá munurin var minstur, var talan um trý mál, og eftir at VÍF byrjaði seinna hálvleik við at skjóta seks á rað, var leyst og liðugt. VÍF hevði tá 23 mál, og somikið nógv fekk Tjaldur ikki tilsamans í dystinum.

Við sigrinum hildu vestmenningar fast um, at javnleikur móti Kyndli var at kalla ókeypis, soleiðis at teir, tá stigini eru hálvbýtt, kunnu fara í vetrarfrí við fullum stigatali.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

VÍF: Áki Olsen 9(2), Ingi Olsen 6, Sámal Joensen 5, Johnny Joensen 5, Sjúrður Holm 4, Agnar Joensen 3, Martin Hummeland 3, Petur Fr. Joensen 2, Eli Müller 1

Tjaldur: Jens Martin Knudsen 6(2), Zoran Sarcevic 6(4), Mortan Hansen 3, Sveinur í Heiðunum 2, Arnfinn Langgaard 2, Dánial H. Kjærbo 1

Brotskøst: VÍF 3, Tjaldur 7

Útvísingar: VÍF 6, Tjaldur 7

Diskvalifikatiónir: Tjaldur 1 (3x2 minuttir)

Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Kristian Martin Skála