Dysturin í Vestmanna er ein av teimum trimum dystunum, sum eru á skránni í dag. Tá vestmenningar seinast spældu móti KÍF, fingu teir av at vita, og síðani varð venjaraskifti framt.
Eftir hetta hevur VÍF vunnið fýra sigrar á rað, og verður talan um fimta sigurin á rað í dag, eru vestmenningar vísir í at spæla FM-finalu móti Neistanum. VÍF er nevnliga trý stig undan Kyndli, KÍF, H71 og StÍF, nú bara tveir dystir eru eftir at spæla.
Í Hoyvík spæla H71 og Kyndil, og í Høllini á Hálsi í Havn spæla Neistin og StÍF.
Allir mansdystirnir í dag byrja klokkan 16.