VÍF-kvinnurnar halda fram

Hondbóltur: Sum ein eldri hondbóltsspælari segði: »Umvent er í holuni, nú kvinnurnar eru flaggskipið hjá VÍF«. Leygardagin vunnu uppflytararnir úr Vestmanna sær tvinni stig aftrat

Ikki kann sigast, at kvinnurnar hjá VB hava serliga góðar treytir. Ikki er hópurin serliga stórur, og haraftrat stendur liðið nú uttan venjara. At nakrir av leikarunum so eisini er búsitandi norðanfjørðs, ger ikki umstøðurnar betri.

Somuleiðis eru tær noyddar til at spæla tveir dystir, hvørja ferð tær eru norðanfyri, og tað er eyðsæð, at liðið, sum dystast móti sunnudag, hevur ein stóran fyrimun, tí at vágskvinnur sjálvandi eru eitt sindur troyttar eftir dystin dagin fyri.


Skjótálopini

hjá VÍF kiksaðu

Eitt av eyðkennunum fyri spælið hjá vestmannakvinnum í hesum kappingarárinum hevur verið tey mongu skjótálopini. VÍF hevur fleiri spælarar, sum eru sera

skjótar avstað í skjótálop, sum til dømis Jacklin Durhuus og Angelie Jógvansdóttir, ið hava fingið hópin av málum á henda hátt.

Leygardagin í dystinum móti VB fekk heimaliðið úr Vestmanna tó ikki rættiliga

gongd á skjótálopini hjá sær, og á henda hátt blakaðu tær óteljandi bóltar burtur.

Heimaliðið fekk tó eina góða byrjan upp á dystin leygardagin, og longu tá ið

fýra minuttir vóru leiktir, vóru tær á odda 3-1. Øll trý málini hevði leikandi venjarin hjá VÍF, rumenska Ioana Rapa, skorað, og tí var tað ikki heilt óvæntað, at VB fóru undir at mansverja hana.

Tá er tað gott hjá einum liði sum VÍF at hava ein leikara sum Jacklin Durhuus.

Hon er, saman við Ioanu Rapa, berandi kreftirnar á liðnum. Sjálvt um VÍF eisini hevur nógvar aðrar góðar leikarar, so hevur Jacklin í fleiri dystum prógvað, at hon kann taka yvir, tá ið mótstøðuliðini royna at fáa Ioanu burtur úr dystinum.

Jacklin skeyt tvey av teimum næstu trimum málunum hjá heimaliðnum, og VÍF var á odda 6-3, tá ið tíggju minuttir vóru leiktir. Síðani gekk nokk so javnt á, hóast VÍF hevði munin allatíðina. Fimm minuttir fyri hálvleik legði Óluva Poulsen heimaliðið á odda 11-8, men síðani fingu vestmannakvinnur einki mál, meðan VB fekk tvey, so at støðan í hálvleikinum var einans 11-10 til VÍF.


VÍF fekk skil

á verjuna

Tað hjálpti hjá VÍF, at tær eftir steðgin fingu betur skil á verjuna hjá sær.

Ikki færri enn átta minuttir gingu, áðrenn VB fekk skorað í seinna hálvleiki, og tá hevði VÍF longu lagt seg á odda 14-10, og dysturin var í veruleikanum avgjørdur.

Tað gjørdist alsamt truplari hjá báðum liðunum at fáa mál, og serliga vóru tað

vestmannakvinnur, sum í stóran stíl misbrúktu upplagdar málmøguleikar. Óteljandi ferðir skutu tær upp um ella við síðuna av, tá ið tær vóru einsamallar við málverjanum hjá VB. Eisini Jacklin Durhuus, ið vanliga er ósvikalig trygg, hevði eftir steðgin fleiri royndir, ið fóru langt oman fyri málið hjá VB.

Tíbetur fyri VÍF og størsta partin av teimum 250 áskoðarunum, so gekk tað heldur ikki ov væl hjá vágskvinnum við at skora mál í hinum endanum av vøllinum. Ein leikari sum Sólrun Krosslá, ið vanliga er álitið á VB-liðnum, fekk einki mál í seinna hálvleiki leygardagin, og tað plagar ikki at verða henni fyri.

Somuleiðis var tað nógv, sum bendi á, at málini hjá VB helst skulu koma eftir einmansavrik og ikki gjøgnumspæld álop. Besta dømi um hetta var, tá ið VB fór í skjótálop við fýra leikarum móti tveimum vestmenningum. VB-leikarin við bóltinum hevur tríggjar púra leysar liðfelagar at spæla til, men rennur ístaðin beint inn ímóti báðum verjuleikarunum hjá VÍF.

Eisini tóktist tað, sum um VÍF hevði betur vilja enn VB. Til dømis bleiv nógv tosað í verjuni hjá vestmenningum, meðan vágskvinnurnar ikki søgdu tað stóra í verjuna, við undantaki av málverjanum, sum royndi at fáa liðfelagarnar eitt vet upp.

Vestmannakvinnurnar hildu leiðsluna, tað sum eftir var av dystinum, og endaliga úrslitið gjørdist ein rímuliga tryggur 20-17 sigur til VÍF.