Tveir hondbóltsdystir vórðu spældir á ólavsøku, og teir endaðu við, at VÍF og Neistin vunnu.
VÍF spældi klassiska dystin ímóti Kyndli, og tað vóru føroyameistararnir úr Vestmanna, sum vunnu hendan dystin. Úrslitið var 26-18.
Toppskjútti hjá vestmenningum var Sámal Joensen, sum gjørdi skes mál. Útisetin, Tróndur Joensen, sum var aftur á Kyndlaliðnum á ólavsøku, var toppskjútti hjá Kyndli. Tróndur gjørdi sjey av teimum 18 málunum hjá Kyndli.
Hin dysturin var millum Neistan og StíF, og her vunnu neistamenn við sjey málum.
Í hálvleikinum var bert eitt mál á muni millum liðini, men seinna hálva tíman økti Neistin um munin.
Úrslitið var 30-23 til Neistan, og her var Heni Joensen toppskjútti við 9 málum. Leivur Justinussen skoraði sjey mál fyri strandingar.