Stjørnan-VÍF 21-32 (9-16)
Tað kom eitt sindur av spenningi aftur í landskappingina í kvinnuhondbólti leygardagin.
VÍF var í Klaksvík og vitjaði og Stjørnuna og tær gjørdu ikki mætari enn at vinna dystin ruddiliga.
Vestmannakvinnur vunnu við ellivu málum og tað er ikki hvørs mans føri at vinna so ruddiliga móti Stjørnuni, sum hevur verið so nógv tað besta liðið higartil í ár.
Betra liðið vann
Tað var annars Stjørnan, sum byrjaði best. Tær løgdu seg framum við trimum við støðuna 5-2, men megnaðu ikki at halda fast, og fimm minuttir seinni var Stjørnan farin framum.
Her vóru tær liggjandi til hálvleiks tá tær vóru frammanfyri við sjey málum.
Hóast ein kanska kundi rokna við, at Stjørnan fór at gera meira um seg í seinna hálvleiki var tað kortini beint øvugt.
Vestmannakvinnur fóru bara longur frá, og tað stutta av tíð langa er, at tað betra liðið vann.
Hetta er eisini niðurstøðan hjá formanni Stjørnurnar, Karl Johansen. Hann ivast ikki eina løtu tá hann sigur at tað var júst tað sum hendi.
? VÍF-kvinnurnar vóru nógv meira uppsettar, og tí vunnu tær.
Tað mátti koma
Sjálvt um formaðurin í Stjørnuni heldur, at tað er keðiligt, at lið hansara tapti, so sigur hann, at hann hevði roknað við, at tað fór at koma fyrr ella seinni.
? Ja, satt at siga var eg bangin fyri, at vit fóru at fáa ein frammaná, og tí eri eg glaður fyri, at tað kom nú, áðrenn farið verður undir endaumfari, sigur hann.
Karl Johansen leggur eisini afturat, at tað var neyðugt hjá vestmenningum at vinna, tí annars var munurin upp til Stjørnuna heili seks stig, og tað hevði nokk verið í meira lagi.
? Nú hava vit fingið eitt sindur av spenningi í kappingina, og sjálvt um tað merkir, at vit máttu leggja rygg til eitt tap, so er tann skaðin ikki so stórur, sigur Karl, sum leggur afturat, at tey í Klaksvík annars ikki hava verið so vís í meistaraheitinum, sum bløðini hava verið tað.
Hann heldur nevniliga, at bløðini bæði hava gjørt í meira lagið av, tí at Stjørnan hevur vunnið so ruddiliga higartil í kappingini.
Tjóvstartaðu
Karl Johansen heldur nevniliga at tað er ein greið orsøk til at tað hevur gingið so væl í hond, sum tað hevur gjørt. Til leygardagin altso!
? Tit skulu minnast til, at leikararnir hjá okkum hava verið ígongd síðani í summar, og tí vóru tær á toppinum tá kappingin byrjaði. Tær hava verið uttanlands á venjingarlegu, vent heima, og ikki minst spælt tveir knallharðar Europa Cup dystir. Tað er orsøkin til góðu byrjanina. Nú eru hini liðini komin longur upp á stigan, og tí verður spælið javnari, sigur Karl Johansen.
Hann vísir á VÍF, sum eitt gott dømi, tí tá liðini hittust fyri einum mánaði síðani var VÍF als ikki so væl fyri.? Tær hava ment seg ótrúliga nógv henda mánaðin. Tá gjørdu tær nógvar tekniskar villur, sum kostaðu, men tað gjørdu tær ikki leygardagin. Harafturat sær tað út til at tær kropsliga eru nógv betri fyri nú, sigur Karl Johansen, sum tí sær fram móti restini av árinum við stórum spenningi.
Alt liðið niðri
við nakkanum
Sum vera mann, er tað ikki gamansleikur at tapa við ellivu málum tá ein liggur í oddinum, og tí spyrja vit formannin um orsøkina til stóra lúsingin.
? Alt liðið leikti illa. Har var einki undantak. Málmenninir fangaðu ikki einum skoti, verjan var sum ein opnahjallur og álopið fekk ikki mál, so har var púrt einki at gera. VÍF mátti vinna, sigur Karl.
Hann vísir á, at VÍF leikti bæði skjótt og væl, og dugdi væl at gera sær dalt av teimum teknisku villunum hjá Stjørnuni.
? Serliga Nikolina Joensen á vonginum leikti væl leygardagin og hon fekk eisini seks mál burturúr. Nú mugu vit bara hyggja frameftir og taka næsta dystin sum hann kemur, sigur Karl Johansen at enda.
Dysturin í tølum:
Stjørnan: Simona Hansen 8 (4), Andrijana Milodanovic 4, Annika Ljósstein 3 (1), Vesna Tomajek 3 (1), Joan M. Joensen 2, Anna K. Samson 1
VÍF: Ioana Rápa 10 (4), Jacklin Durhuus 8, Nikolina Joensen 6, Óluva Poulsen 3, Fríða Johannesen 3, Eyðna Johannesen 2
Brotskøst: Stjørnan 8, VÍF 4
Útvísingar: Stjørnan 5, VÍF 3
Dómarar: Alexandur Johansen og Leivur Justinussen