Ein dystur er spældur í Atlantic Airways deildini í dag.
VÍF og Team Klaksvík spældu í Vestmanna í dag. VÍF vann dystin sannførandi 34-19. VÍF var á odda 18-11 í steðginum. Ta einu løtuna var 4-3 til VÍF, men eftir tað var talan um ein eyðsýndan mun millum liðini.
Ígjár vann H71 22-20 á StÍF. StÍF var á odda 9-12 í steðginum.
Støðan :
1. KÍF 9 dystir 15 stig
2. VÍF 9 dystir 14 stig
3. H71 10 dystir 12 stig
4. StÍF 10 dystir 9 stig
5. Kyndil 9 dystir 8 stig
6. Neistin 8 dystir 6 stig
7. Team Klaksvík 9 dystir 0 stig