VÍF vann trygt

VÍF vann tryggan sigur á hoyvíkingum, tá hesir vitjaðu í Vestmanna, og nú skal ganga illa hjá vestmenningum, um teir ikki skulu enda í FM-finaluni

Toppur og botnur møttust í Vestmanna, tá oddaliðið, VÍF, tók ímóti botnliðnum, H71. Undan dystinum var VÍF stórur favorittur at vinna dystin, og vestmenningarnir livdu eisini væl og virðiliga upp til hesa tolluna.
Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, fyrrenn VÍF hevði vunnið seg nøkur mál fram um hoyvíkingar, og sum fyrri hálvleikur leið, øktu vestmenningar bara meir og meir um munin. Tá liðini fóru til hálvleiks var dysturin í roynd og veru avgjørdur, tí tá førdi VÍF longu við átta málum.
Onkur mundi helst vænta, at dysturin fór at gerast eitt sindur javnari í seinna hálvleiki, men soleiðis bleiv ikki. VÍF bara økti enn meir um munin, og her var alt, sum bendi á, at VÍF fór at vinna stórsigur á hoyvíkingum.
Tá dómarnir bríkslaðu fyri seinastu ferð hevði VÍF ein tryggan 15 mála sigur, og við sigrinum vístu teir samstundis, at teir eru komnir aftur á rætta kós eftir tapið síðsta vikuskiftið.

Fakta:

VÍF-H71 43-28 (21-13)
Málskjúttar:
VÍF: Agnar Joensen 13 (3), Sámal Joensen 10 (1), Ingi Olsen 6, Sjúrður Poulsen 4, Harald Bjørgvin 2, Joen P. Høgnesen 2, Áki G. Olsen 2, John Zachariassen 1, Rói Lamhauge 1, Rúni Joensen 1 (1), Regin Joensen 1
H71: Esbern Patursson 9 (3), Poul K. Dam 5, Dánjal Tórgarð 5, Niels V. Niclasen 4, Janus Sørensen 3, Gunnar Bláberg 2
Brotskøst: VÍF 5, H71 3
Útvísingar: VÍF 4, H71 1
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen