StÍF-VÍF 31-21 (15-9):
Strandingar hava fram um øll hini verið liðið, sum hevur havt takið á VÍF seinnu árini. Og sunnudagin staðfestu teir hendan veruleika.
Móti endanum av fyrra hálvleiki mest sum skrædnaði millum liðini, og hóast VÍF eftir hetta kom betri við, so vóru teir ongan tíð í nær námind at skapa nakran veruligan spenning um dystin.
Og sum dysturin leið, so gjørdist frástøðan millum liðini bara størri. Hóast StÍF longu hevur vissað sær finalusessin, so góvu spælararnir eingi tekin um, at teir heldur vildu taka sær av løttum, og tí mundu tað fyrst og fremst vera gestirnir, sum drógu andan lættari, tá dómararnir høvdu bríkslað fyri seinastu ferð.
Fakta um dystin
StÍF-VÍF 31-21 (15-9)
10 min: 5-4
20 min: 8-5
40 min: 19-13
50 min: 26-18
Málskjúttar
StÍF: David Edvardsen 8, Danni Syhler 5, André F. Danielsen 5, Borgar Danielsen 4, Bárður Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Rúni Niclasen 1, Leivur Justinussen 1, Jón Rasmussen 1, Jóannes Prestá 1
VÍF: Niels Andreasen 4, John M. Andreasen 3, Rói Lamhauge 3, Rúni Joensen 3, Magnus Müller 3, Sjúrður Poulsen 2, Sámal J. Djurhuus 2, Karl J. Djurhuus 1
Brotskøst: StÍF 2, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen