2017 var eftir øllum at døma eitt gott fíggjarár hjá Vága kommunu, sum í tíðindaskrivi kunnar um roknskapin fyri 2017, eftir at hann varð góðkendur á býráðsfundi í dag.
Roknskapurin vísir eitt RLÚ, ið er ein samanlegging av rakstrar- og løguúrslitinum, upp á 21,3 milliónir krónur og eina útjavningarkontu upp á minus 44,3 milliónir krónur. Langfreistaða lániskuldin við árslok 2017 var 60,8 milliónir krónur.
Ein av orsøkunum til góða fíggjarárið er, at inntøkurnar vóru størri enn væntað.
- Kommunan hevði eina meirinntøku í mun til ætlanina uppá 7,8 mió. kr. og øktar skattainntøkur samanborið við 2016 uppá 12,2 mió.kr, skrivar kommunan.
Harumframt verður upplýst, at raksturin, ið seinastu trý árini hevur ligið millum 68,5 milliónir krónur og 73,4 milliónir krónur, var 70,3 milliónir krónur í 2017. Tað er 3,1 milliónir krónur lægri enn í 2016.
Upplýst verður eisini, at tað eisini bleiv minni brúkt til løgur enn upprunaliga væntað.
- Á løgusíðuni hevur kommunan brúkt 14,0 mió.kr. minni enn ætlað. Gjørdar løgur eru í høvuðsheitum avmarkaðar til umbygging av heiminum á Sýnuni og í byggibúning til bústaðir, skrivar kommunan.