Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum frá 1. desembur 2016 til 1. desembur 2017, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 203 fólkum, í Eysturoy við 186 fólkum og í Streymoyar økinum uttan fyri høvuðsstaðin við 116 fólkum.
Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann nógv størstur í Vága sýslu við 3,0%, í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,5% og í Eysturoyar sýslu við 1,7%. So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við 1,1%. Og aftur eitt lop niður til Sandoyar og Suðuroy sýslum við 0,4%.
Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað er broytt nú í vetur, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum: Hetta 12-mánaðarskeiðið eigur Tórshavnarøkið 30% av fólkavøkstrinum, samanborið við 58% undanfarna 12-mánaðarskeiðið.
Fólkatalið var 50.437 tann 1. desember. Tað vaks við 685 fólkum ella 1,4% hesar tólv mánaðirnar. Nettotilflytingin er 459 fólk og burðaravlopið er 226 fólk.
Í síðstu uppgerðini, fyri einum mánaði síðani, nevndi Hagstovan, at stóra ferðin í fólkavøkstrinum var minkað nakað, úr 1,5% í summar niður 1,3%.
- Vøksturin er tó aftur nú 1,4%, tann sami sum síðsta heyst. Tað er serliga nettotilflytingin, sum er økt aftur, meira enn burðaravlopið er viknað, skrivar Hagstovan í dag.