Vágarnar skrivaðu søgu

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað bátum úr Vágum at vinna allar tríggjar kappingarnar millum kvinnumanningar


Henda søgan er ikki so long, men kortini var hetta avrikið so mikið framúr, at tað ber ikki til at útinna tað betri.
Tað var í fjør, at kvinnukappingarnar vórðu víðkaðar frá tveimum og til tríggjar. Inntil 1982 var bara møguleiki hjá kvinnum at kappast í 5-mannaførum. Í 1983 fóru kvinnur at kappast í 6-mannaførum, og í fjør varð gjørt av, at kappingin í 5-mannaførum skuldi býtast í tvey soleiðis, at kvinnurnar skuldu kappast fyri seg og genturnar fyri seg.
Í dýrdarveðrinum á Skálafjørðinum leygardagin vunnu kvinnubátar úr Vágum allar róðrarnar. Frúgvin úr Miðvági vann kappingina millum gentumanningar, Riddarin úr Miðvági vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum, og Ørnin úr Sandavági vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum.
Harvið staðfestu tær vesturi í Vágum róðraravrik, sum tað ikki ber til at útinna betri. At tær vunnu allar kappingarnar var ikki púra óvæntað. Á Norðoyastevnu vunnu bátar úr Vágum tvær av trimum kvinnukappingum, og hóast vinnararnir ikki vóru teir somu, so vunnu vágamanningar eisini tveir róðrar í Kollafirði.

Frúgvin í tættari kapping
Í gentukappingini við 5-manaførum var tað sera tætt. Fimm bátar lógu mest sum borð um borð stóran part av teininum á Skálafjørðinum, sum mest sum var sveita átøkur, so stilt var tað.
Havfrúgvin fekk stavnin framum hinar í fyrstu tøkunum, og vetsmannagentur vóru leingi við í kappingini, men tá ið hálvur teinurin var farin, duttu tær burtur ímillum.
Drekin og Blikur høvdu hug at leggja seg framum eitt skifti, men so var tað, at Frúgvin av álvara blandaði seg uppí. Púra óvæntað var tað Hvassi av Oyri, sum at enda gav Frúnni mestu kappingina. Hvassi var nummar átta og aftast á Norðoyastevnu. Á Sundalagsstevnuni stríddu tær seg fram á fimta plássið, og hesa ferð gekk uppaftur betur hjá Hvassa.
Hvassi var kanska fremstur eitt skifti, og avrikið hjá teimum kundi bent á, at eyguni skulu haldast við Hvassa næstu ferðirnar. Hesa ferð var Frúgvin drúgvast. Í endaspurtinum var Frúgvin sannførandi, og á málinum vóru tær úr Miðvági skutin frammanfyri Hvassa.
Tað var so mikið tætt ímillum teir næstu, at tað mugu roknast at vera fleiri, sum hava møguleika at vinna í Vági leygardagin. Drekin, Blikur og Havfrúgvin vóru so væl við og so mikið lítið aftari enn teir báðir fremstu, at tað ivaleyst hevur givið hesum manningum sinniliga yvirskotið, sum er neyðugt hjá teimum, ið kappast um at vera best.

Riddarin gjørdi av við Lóm
Tær á Argjum og tær úr Miðvági høvdu vunnið hvør sín róður í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum og vóru tískil favorittar. Úrslitini í teimum báðum fyrstu kappingunum bendu ikki frá, at nakar annar bátur skuldi blanda seg í kappingina, og soleiðis var tað.
Lómur av Argjum legði bragdliga fyri, og í startspurtinum høvdu tær hug at leggja seg skutin framum Riddaran. Men so var tað, at tær úr Miðvági settu alt upp á pláss. Tøkini hjá teimum munaðu væl betri, enn tey gjørdu umborð á Lómi, og stútt og støðugt og ógvuliga sannførandi legði Riddarin upp á síðuna av Lómi, fór framum og dróg frá.
Í endaspurtinum var eingin spenningur. Riddarin var hálva aðru bátslongd undan Lómi, sum aftur var leysur av Smyrli. Størsta kappingin var um triðja plássi. Smyril var lítlan skut fyrri á mál enn Jarnbardur, og so var langt aftur til Hvessing.

Ørnin spenti sínar veingir
Tær úr Sandavági vóru favorittar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Tær høvdu vunnið bæði í Klaksvík og Kollafirði, og tað gjørdu tær aftur hesa ferð og tað í stórum stíli.
Sílið svam skjótt í startspurtinum, men Ørnin hevði eisini gott flog, og áðrenn hálvt málið var rógvið, var Ørnin fremst, og síðani var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.
At Sílið skuldi verða næstfremst tóktist tað leingi ikki at vera nakar ivi um. Men á síðsta teininum bjóðaðu bæði Ritan og Jallurin Sílinum av. Tær úr Havnar Róðrarfelag megnaðu tó at halda avbjóðararnar aftanfyri seg, men tað var sera tætt. Á málinum var Sílið skutin frammanfyri Rituna, sum var tað mesta av einari bátslongd undan Jallinum.
Avrikið hjá teimum umborð á Rituni kundi bent á, at tað fer at verða spennandi á Jóansøku. Í hvussu so er í kappingini um næstfremsta plássið. Á Kollafirði kiksaði tað hjá Rituni, sum endaði á fimta plássi. Hesa ferð endurvunnu tær triðja plássið, sum tær vunnu á Norðoyastevnu.
At Sílið, Ritan, Jallurin ella nakar annar bátur skal gera nakað við Ørnina man vera rættuliga ivasamt.




(at koyra í kassa)

6-mannafør kvinnur
1. Riddarin 4.54,20
2. Lómur 4.59,00
3. Smyril 5.05.00
4. Jarnbardur
5. Hvessingur

Støðan
1. Riddarin 19 stig
2. Lómur 17 stig
3. Smyril 12 stig
4. Jarnbardur 10 stig
5. Hvessingur 6 stig


5- mannafør gentur
1. Frúgvin 5.38,21
2. Hvassi 5.39,23
3. Blikur 5.40,03
4. Drekin
5. Havfrúgvin
6. Ørnin
7. Firvaldur
8. Sílið
9. Dúgvan

Støðan
1. Frúgvin 19 stig
2. Blikur 14 stig
3. Drekin 12 stig
4. Havfrúgvin 9 stig
5. Hvassi 7 stig
6. Dúgvan 3 stig
7. Ørnin 3 stig



5-mannafør kvinnur
1. Ørnin 5.24,12
2. Sílið 5.29,09
3. Ritan 5.30,13
4. Junkarin
5. Drekin
6. Tjaldrið
7. Báran
8. Blikur

Støðan
1. Ørnin 21 stig
2. Sílið 15 stig
3. Ritan 10 stig
4. Jallurin 10 stig
5. Junkarin 7 stig
6. Drekin 3 stig