Eingin ivi er um, at undirsjóvartunlarnir bert kundu gerast veruleiki, við tað at vit, sum brúka og rinda hesar, átóku okkum at gjalda eitt bummgjald.
Tað var eisini ein avgjørd fortreyt, tá ið verkætlanirnar vórðu framdar, at bummgjøldini halda uppat, tá ið viðkomandi íløgur eru liðugt niðurgoldnar.
Allar íløgur í Vágum og í Norðoyggjum hava síðani verið gjørdar út frá hesum fortreytum. Vinnufyritøkur hava gjørt stórar íløgur í økjum okkara, sum heilt greitt byggja á tann veruleika, at um nøkur ár verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Tað er tí eitt álvarsligt álitisbrot ímóti tí fólki, sum búleikast og rekur vinnu í landspørtum okkara, at tað nú frættist, at landspolitikarar tosa um at skuldarbinda undirsjóvartunlarnar til aðrar íløgur í landsveganetið.
Her er eisini vert at hava í huga, at kanningar greitt vísa, at landsbúskaparliga nyttuvirðið av hesum báðum tunlum verður størst, tá ið einki bummgjald verður tikið.
Undirritaðu borgarstjórar í kommununum í Vágum og Norðoyggjum skulu við hesum boða frá, at tað undir ongum umstøðum verður góðtikið, at bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum verða brúkt til annað enn niðurgjalding av teirra egnu skuld.
Albert Ellefsen, borgarstjóri
Vága Kommuna
Sune Jacobsen, borgarstjóri
Sørvágs Kommuna
Gunvá við Keldu, borgarstjóri
Klaksvíkar Kommuna
Katrin Næs, borgarstjóri
Hvannasunds Kommuna
Hans J. Kallsberg, borgarstjóri
Viðareiðis Kommuna
John Damberg, borgarstjóri
Kunoyar Kommuna