NSÍ?VB 0?2 (0?2)
VB vísti skírisdag í Runavík, at teir hava tilfar til eitt lið, sum tað ber væl til at ímynda sær kann røkka langt í landskappingini.
NSÍ hevði tveir stórar møguleikar beinanvegin, men Gert Langgaard og Mortan Hansen misnýttu, og eftir tað hevði NSÍ so at siga ongan upplagdan møguleika. Líkindini at spæla vóru serliga í 2. hálvleiki góð, men spælið hjá NSÍ var merkt av, at spælararnir gjørdu eina rúgvu av mistøkum. Sendingarnar og temjingarnar vóru alt ov ofta óneyvar, og tað eydnaðist so at siga ikki at koma ígjøgnum í borðunum.
Tá bóltarnir vóru sendir inn í brotsteigin, vóru brøðurnir Eyðun Kjærbo og Janus Kjærbo og tvíburðarnir Magni og Eyðun Jacobsen sannir knassar. Og tað, sum teir ikki tóku sær av, syrgdi væl spælandi Bjarni Johansen fyri.
Næst við at fáa mál í 2. hálvleiki var NSÍ, tá Eyðun Jacobsen royndi at senda eitt flatt innlegg úr høgru frá Kára Hansen burtur. Verjumaðurin rakti ikki væl á bóltin, sum akkurát skrúvaði uttanfyri samankomingina og út til horna.
Hugflogsfríkt
VB dúvaði nógv upp á snarálopini. Teir lótu heimaliðið koma langt fram á vøllin. VB, sum var væl betri í bærdystunum, gjørdi góða nyttu burtur úr mistøkunum hjá NSÍ. Við Milan Kuljic sum frágera væl uppløgdum stýrimanni eydnaðist tað bóltrtryggu monnunum ferð eftir ferð at spæla seg til møguleikar, men í 2. hálvleiki fingu teir einki burturúr.
Fyrra málið fingu teir í 27. minutti. Milan Kuljic sendi fríspark fimm metrar frá baklinjuni í høgru og dygst inn undir handara stólpan. Í hesum førinum átti NSÍ málverjin at havt bjargað.
Miðverjin Arnfinn Langgaard legði nógv fyri í royndini at bjarga, men hann rendi saman við stólpanum og endaði hjá lækna. Skaðin hevði við sær, at Trygvi Mortensen var noyddur at umskipa. Sjúrður Jacobsen varð fluttur inn í miðverjuna, Brynjolvur Nielsen fór aftur á vongverjan í vinstru, og Ian Højgaard, sum hevði verið burturstaddur, kom inn á miðvøllin.
Seinna VB málið kom í 36. minutti. NSÍ hevði horna, verjuparturin hjá teimum var tunnur, og so gjørdu vágbingar skjótt av. Rúni Joensen hálvbjargaði royndini frá Milan Kuljic, og Robert Cieslewicz, sum var ein støðug hóttan í álopinum, var fyrstur á returbóltinum.
Fram móti dystarenda skifti VB tríggjar menn inn. Umframt Marner Richard, sum ofta hevur spælt við, komu tveir óroyndir menn á vøllin: Oliver Abrahamsen, sum í fjør spældi fimm minuttir í landskappingini, og Kári í Lágabø, sum í síðsta minuttinum kom fyrstu ferð á besta liðið hjá VB.
NSÍ royndi at styrkja um álopspartin við at seta Sonna L. Petersen og Eddie Mikkelsen inn mitt í 2. hálvleiki, men tað gjørdi akkurát tað sama.
NSÍ?VB 0?2 (0?2)
0?1: Milan Kuljic 27.
0?2: Robert Cieslewicz 36.
Dómari: Oddmar Andreasen
NSÍ: Rúni Joensen ? Kári Hansen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Djóni N. Joensen, Brynjolvur Nielsen, Jónstein Petersen ? Mortan Hansen, Christian Høgni Jacobsen
VB: Bjarni Johansen ? Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Eyðun Kjærbo ? Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø, Milan Kuljic, Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Krzysztof Popczynski