Vágbingar samdir um at taka lán

Vágs Býráð hevur einmælt samtykt at taka lán til at byggja ellis- og røktarheim fyri

Tað gongur framá við fyrireikingunum til at byggja ellis-og røktarheim í Vági.
Á fundi í vikuni hevur Vágs Býráð samtykt at taka lán til byggingina. Ætlanin var, at tær fýra kommunurnar í syðru helvt Suðuroy, sum eru við í byggingini, skulu taka eitt felags lán til endamálið og lánið skuldi í mesta lagi vera 26,5 milliónir tilsamans.
Og nú hevur býráðið samtykt at taka lánið. Men samstundis er samtykt, at tað verður Vágs Býráð, sum skal umsita lánið. Og samtyktin er eisini treytað av, at øll viðurskifti annars koma í rættlag.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at tað er í samráð við hinar kommunurnar, at Vágs Býráð skal umsita lánið.
Hinar kommunurnar, sum eru við at taka hetta felags lánið til ellis- og røktarheimið, eru Porkeri, Hov og í Sumba.
Hetta hevur verið eitt ógvuliga umstrítt mál og tí er vert at leggja til merkis, at samtyktin í Vágs Býráði var einmælt.
Men tað liggur eisini í samtyktini í Vágs Býráð, at tað verður sett sum eitt ófrávíkiligt krav, at psykiatriski depilin, sum ætlanin er at byggja í Vági til sinnisveik, verður bygdur samstundis.
Borgarstjórin sigur, at tað ger býráðið fyri at binda landsstýrið til at gjøgnumføra ætlanina at byggja heimið fyri sinnisveik, men eisini tí, at heimið fyri sinnisveik og ellis- og røktarheimið, skuldi hava ymsar felags hentleikar og tað kann fáa stóran týdning fyri sjálvan raksturin, sum verður bíligari, tá ið báðir stovnarnir eru saman um teir.