Vágbingar skylda minni og minni

Um trý ár eru lánini hjá Vágs Kommunu komin niður á eina álíkning. Fyri fimm árum síðani vóru tey fýra álíkingar

Kommunal framgongd

Tað gongur alsamt framá hjá vágbingum.
Á býráðsfundi mikukvøldið varð roknskapurin hjá Vágs Kommunu lagdur fram og hann vísir týðiliga framgongd afturímóti árunum frammanundan.
Roknskapurin vísir, at lániskuldin hjá Vágs kommunu er nú komin niður á 66 milliónir.
Hetta er 2,2 álíkningar, tí hvørt ár fær kommunan 30 milliónir inn í skatti.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri, vísir á, at gongur sum metingarnar hjá Toll- og skatt metir, verður skuldin komin niður á eina álíkning um trý ár, í 2005.
Tá ið lániskuldin hjá kommununi var uppá tað mesta, var í 1997, tá ið hon var yvir 90 milliónir.
Hendan framgondin stavar fyrst og fremst av tí stóru, vinnuligu framgongd, sum hevur verið í Vági seinastu árini, har fleiri virkir við støðugum arbeiði hava tikið seg upp.
Men harumframt hevur tað eisini hjálpt væl til, at rentan hevur verið so lág.
Á býráðsfundinum mikukvøldið varð upplýst, at í fjør varð mett, at Vágs Kommuna fór at fáa 27,6 milliónir inn í skatti, men tá ið avtornaði vístu tølini, at kommunan hevði fingið 30,6 milliónir inn í skatti, ella tríggar milliónir meir enn mett.
Hinvegin vórðu rentuútreiðslurnar mettar til 4,8, men blivu bara 4,4 milliónir. Av tí sama hevur kommunan betalt meiri avdrátt, enn mett var, at hon skuldi betala, mett var, at avdráttirnir í fjør skuldi vera 7,2 milliónir, men avdráttirnir blivu 7, 7 milliónir.
Í fjør kundi Vágs kommuna byggja út fyri 3,8 milliónir, men hon brúkti bara 2,6.
Í ár er skattainntøkan mett til slakar 30 milliónir og higartil í ár vísir tað seg at halda.
À býráðsfundinum mikukvøldið, varð roknskapurin goðkendur.