Tey munnu vera fá í ivast í, at VB/Sumba og AB fara at liggja og stríðast um í tyngra endanum á stigatalvuni í ár. Og at stríðast verður helst lyklaorð teirra, um teimum skal vera lív laga í bestu deildini komandi ár. Veruleikin er tann, at hesi bæði liðini ikki hava sama fólk at taka av sum fleiri av hinum liðunum, og at spæla mótstøðuliðini sundur og saman fyri at sigra, er ikki gongda leið teirra. Stríðast má fyri hvørjum bólti, soleiðis at møgulig stig kunnu fáast til vega. Hetta gjørdi VB/Sumba sunnudagin, meðan einki riggaði hjá AB – heldur ikki at stríðast.
Hart skot gav trý stig
Argjamenn høvdu vindin ímóti sær í fyrra hálvleiki, og tað gjørdi tað trupult hjá teimum at spæla. Suðuroyingar fingu heldur ikki spælið at koyra, men royndu seg við langum bóltum niðan í álopið, sum heldur ikki riggaði serliga væl.
Seinni hálvleikur var lítið frægari í so máta. Fótbóltsspæl var eitt fremmandaorð á vøllinum, og hóast viðhaldsfólkini hjá liðunum báðum neyvan høvdu væntað sær sambafótbólt, so vóru tey helst vónbrotin av spælinum á vøllinum.
Men millum vind og vánaligt spæl vóru inn í millum nakrir kjansir. Millum annað rakti AB einaferð stongina, og tvær ferðir varð bólturin bjargaður á sjálvari mállinjuni hjá VB/Sumba.
VB/Sumba hevði eisini onkrar naskar royndir, og hálvan tíma fyri leiklok bragdaði hjá teimum.
Bólturin varð fluttur upp í høgra borði og lagdur tvørtur um til John Poulsen. Hesin tók bóltin niður við bringuni, legði aftur til Jón Krosslá Poulsen, sum høgdi til. Magnus Poulsen fekk hondina á, men megnaði ikki at halda harða skotinum.
Niður á jørðina
AB royndi at svara aftur, men hetta eydnaðist ikki. Eftir fantastisku byrjanina upp á árið við sigrinum á B36 í steypakappingini, komu argjamenn so væl og virðiliga á jørðina aftur nú. Hóast talan er um fyrsta landskappingardystin í ár, so kunnu mistu stigini í gjár vísa seg at vera rættiliga avgerandi í síðsta enda, og somuleiðis kunnu stigini, sum VB/Sumba fekk vera bjargingin, tá 27. dystur er spældur.