Í Vági kanst tú lesa í friði og náðum

Vágs kommuna bjóðar útisetum vælkomnum heim at halda jól, og meðan tey eru her, kunnu tey brúka hølini á Fjarlestrardeplinum til lesnað.

 

- Eins og undanfarin ár, kunnu lesandi um jólini í ár ókeypis brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.

 

Tað boðar Vágs kommuna frá í dag. Víst verður á, at nógv lesandi koma heim at halda jól, men vanligt er, at próvtøkur eru bæði fyri og eftir jól.

 

- Friður er kanska ikki altíð heima til at savna seg um lesnaðin ella próvtøku-uppgávuna, men henda friðin finnur tú á Fjarlestrardeplinum.

 

Vágs kommuna bjóða soleiðis útisetum vælkomnum heim at halda jól og bjóðar samstundis lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum til lesnað.

 

- Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti. Her er eitt stórt undirvísingarhøli, tvey bólkarúm, køkur og wc, og her eru allir hentleikar, sum lesandi annars hava tørv á, eitt nú internet, printari og kopimaskina

 

Í Vágs kommunu siga tey, at fólk, sum hava áhugað í at brúka hølini, kunnu venda sær til kommununa á telduposti vagur@vagur.fo ella við at leggja leiðina framvið á kommunuskrivstovuni.