Vágsdreingir eru nú FM favorittar

Royndin Fríða úr Vági er nú favorittur at vinna FM heitið í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Í dag vann Royndin Fríða sannførandi sigur á Fjarðastevnu í Vestmanna, har líkindini at rógva ikki eru av teimum bestu.

Saman við Firvaldi av Tvøroyri og Bliki av Argjum fekk Royndin Fríða besta startin, og fyrstu løtuna var tað tætt og javnt.

Tá ið málið var hálvrógvið sprakk Royndin Fríða eina bátslongd og meiri enn tað framum Firvald, sum var væl frammanfyri Blik. Støðurnar vóru rættuliga skiftandi, men Royndin Fríða varð ongantíð hótt frammi í oddinum.

Blikur megnaði at taka Firvald, men argjadreingir megnaðu einki at gera við Royndina Fríðu, sum tískil er fremst í FM kappingini, meðan Blikur er næstfremst.

 

1 Royndin Fríða 04:51.09

2 Blikur 04:53.19

3 Firvaldur 04:57.17

4 Svanur 05:01.12

5 Jallurin 05:02.01

6 Junkarin 05:03.14

7 Teistin 05:04.21

8 Sílið 05:08.04

9 Beinta 05:14.08

10 Havfrúgvin 05:17.24

 

Støðan

1 Royndin Fríða 33

2 Blikur 32

3 Firvaldur 19

4 Svanur 16

5 Jallurin 15

6 Teistin 14

7 Sílið 8

8 Junkarin 3

9 Beinta 0

10 Havfrúgvin 0