Býráðini í Vági og á Tvøroyri eru nú farin undir samráðingar um at leggja báðar kommunurnar saman.
Býráðini hava havt onkrar fundir um samanlegging og samráðingarnar halda fram í næstum.
Eftir tann fyrsta fundin, valdu bæði býráðini hvør sínar tríggjar limir í ein arbeiðsbólk, sum skal samráðast víðari um samanleggingina.
Fyri Tvøroyrar Býráð eru tað Kristin Michelsen, borgarstjóri, Hallur í Heiðinum, býráðslimur og kommunuskrivarin, sum manna arbeiðsbólkin og fyri Vágs Býráð eru tað Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, Dánjal Bjarkhamar, býráðslimur og býráðsskrivarin, sum manna bólkin.
Sera væl nøgd
Sum ein partur í tilgongdini hava býráðið eisini verið á kunningarferð í Eysturkommunu og í Vága Kommunu, sum eru tær seinastu kommunurnar, ið hava lagt saman.
Borgarstjórin í Vági og borgarstjórin á Tvøroyri eru samdir um at staðfesta, at bæði í Vágum og í Eysturoy eru tey sera væl nøgd við samanleggingina.
- Eisini teir kommunustýrislimir sum frammanundan vóru ímóti samanlegginging hava yvirgivið seg og eru komin til ta niðurstøðu, at hetta var rætta loysnin, sigur Kirstin Strøm Bech.
Bæði borgarstjórin í Vági og borgarstjórin á Tvøroyri staðfesta kortini, at enn eru tey ongan veg komin við samráðingunum.
Tí er tað samstundis vónleyst at siga nakað um úrslitið.
Ringar vónir
Hóast samráðingarnar eru komnar stutt, staðfestir Kristin Michelsen longu nú, at hann hevur ikki serliga góðar vónir um, at tað fer at eydnast at leggja saman.
Hann heldur rætt og slætt, at innast inni eru vágbingar ikki serliga sinnaðir at leggja saman.
Hann vísir á, at bæði leiðarin fyri sosialu deild hjá Vági og Porkeri og leiðarin fyri sosialu deild hjá hinum fimm kommununum í Suðuroy, hava nú sagt seg úr starvi.
- Eg vildi mett, at skulu vit tosa um samanlegging er tað sjálvsagt, at vit byrja við at leggja tær báðar sosialu deildirnar saman í eina felags deild fyri alla oynna, tí tað kann leggja teir fyrtu lunnarnar undir samanleggingini, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
- Og so hevði tað eisini verið ein sparing í tí, leggur hann afturat
Men hann staðfestir, at tað vilja vágbingar ikki.
- Tá ið vit ikki so frægt sum kunnu semjast um tað, veit eg ikki hvør nytta er í at tosa framhaldandi um at leggja báðar kommunurnar saman í síni heild.
Hinvegin ásannar Kristin Michelsen eisini, at skal Suðuroy leggjast saman í eina kommunu, er tað ein fortreyt, at Vágur og Tvøroyri eru við, sum tær størstu kommunurnar.
Tí hava hesar báðar kommunurnar tikið fyrsta stigið.
- Ber tað til hjá okkum at semjast, er ætlanin at fara til hinar kommunurnar at tosa víðari um samanlegging, sigur borgarstjórin.
Annars hava vit frætt, at Vágs Býráð setti sum krav, at skal samanlegging vera, skal býráðsumsitingin verða í Vági?
Tað er rætt, at tað var upprunaliga kravið, men hinvegin blivu vit samd um, at vit byrja við blonkum pappíri og spurningurin um hvar, umsitingin skal vera, verður tað síðsta málið, sum samráðast skal um.
Annars heldur hann, at Suðuroyggin er væl fyri at leggja saman, tí tað er ein hópur av bygningum, havnum og øðrum hentleikum í oynni, so tað verður ikki neyðugt at byggja nakað serligt út.
Ein samlaður pakki
Hinvegin staðfestir Kirstin Strøm Bech, at spurningurin um samanlegging er ein samlaður pakki.
Hon váttar, at í samráðingunum legði Vágs Býráð út við einum kravi um, at umsitingin hjá teirri samlaðari kommuni skuldi vera í Vági. Tað ynskið løgdu vit fram eftir at býráðslimir á Tvøroyri hava ført fram, at tað er líka mikið, hvar umsitingin og vit hava víst á, at vit hava góð høli til endamálið.
Hon vísir eisini til eina veljarakanning, sum vísir, at meirilutin av Vágbingum er ímóti at øll Suðuroy verður ein kommuna.
Og ynskið um at umsitingin skal verða í Vági er eisini fyri at gera tað lættari hjá vágbingum at góðtaka eina samanlegging.
Hon væntast annars, at tað verður tórført at sannføra vágbingar um eina samanlegging og hetta var ein roynd at vísa á, at vit vera ikki verri fyri eftir eina samanlegging.
Men hon vísir eisini á, at hetta var eitt samráðingarupplegg og at semja er um, at samráðingarnar skulu byrja á blonkum pappíri.
Men hví vilja tit ikki byrja við at leggja báðar sosialu deildirnar saman, soleiðis sum Kristin Michelsen rør framundir longur frammi í greinini?
- Vit eru av teirri áskoðan, at samanleggingin er ein samlaður pakki. Tí er ætlanin, at Vágs Býráð fer at søkja eftir nýggjum leiðara, men fyribils søkja vit eftir leiðara í tíðaravmarkað starv í tvey ár.
- Semjast vit um samanlegging, stendur tað okkum sostatt frítt fyri at taka tann spurningin upp aftur, sigur borgarstjórin í Vági.
Kortini væntar Kirstin Strøm Bech ikki, at talan kann verða um nakra samanlegging fyrrenn hetta valskeiðið er runnið tann 1. januar 2012.
Suðuroy ein kommuna
Hóast nýggja kommunuálitið ikki gevur greitt svar upp á, hvussu Streymoy og Eysturoy skulu skipast í kommunur í framtíðini, er ongin ivi, tá ið tað kemur til Suðuroy.
Kommunubólkurin sigur, at Suðuroy hevði kunnað verið býtt í tvær eindir, men talan er um eina oyggj, sum við síni frástøðu frá meginøkinum er útjaðari í landinum og hevur verið fyri stórari afturgongd. Fyri at stuðla sum mest undir eina tilgongd, sum kann virka ímóti gongdini, sum hevur verið, er neyðugt, at Suðuroy verður skipað sum ein staðbundin eind. Tí mælir nevndin til, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu.