Vágur: Væleydnað summar við ungum í arbeiði

Í summar hava umleið 50 ung í aldrinum 14 til 17 ár verið í arbeiði hjá Vágs kommunu. Arbeiðsfólk á Teknisku deild hjá Vágs kommunu hava staðið fyri arbeiðinum, umframt at kommunan í ár eisini hevur heitt á fólk um at verða arbeiðsformenn fyri tey ungu í arbeiði.

Nú tey ungu í arbeiði eru liðug fyri í ár, kann bara staðfestast, at hetta tiltakið er eitt framúr gott tiltak, bæði fyri tey ungu, sum fáa fyrstu arbeiðsroyndirnar og møguleika at vinna sær nakrar krónur í summarfrítíðini, og fyri kommununa, sum fær gjørt eitt dygdargott arbeiðið víða um í kommununi.

Í ár hava tey ungu í arbeiði gjørt nýggja gøtu framvið Laksá, soleiðis at gangandi er av gøtuni kring Vatnið og út á Sandin. Tey ungu hava eisini lúka og nýgjørt gongubreytina niðan í Fjallið, hava rudda og lúka framvið vegnum ymsastaðni í býnum, og hava eisini gjørt vegin vestur í rættina í Fjallinum og niðan á Eggjarnar. Nøkur ung hava eisini hjálpt til, tá grasplenur og annað er sligið.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um, at so nógv er gjørt í hesar tríggjar vikurnar tey ungu í arbeiðið hava verið í gongd. Tað hevur stóran týdning, at okkara ungu eru við, tá fríðkað verður um í býnum, hetta er jú teirra heimstaður og tá teir eru við, so er lítið at ivast í, at gingið verður væl um, sigur Dennis Holm. Borgarstjórin sendir eisini eina heilsan og takk til tey, sum søgdu ja til at verða arbeiðsformenn fyri tey ungu í arbeiði.

Skipanin við ungum í arbeiði verður aftur komandi summar.

Mynd: Vágs kommuna

(Innsent til redaktion@knassar.fo)