Víkingar eru stevnugestir

Víkingur hevur higar til í ár havt nakað sveiggjandi úrslit, men kunnu teir spæla seg til trý stig í dag, nærkast oddurin á stigatalvuni av álvara.

Hjá Skála tykist hvør dystur vera mest sum ein finala í løtuni, nú teir stríðast fyri at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna.

Umframt langtíðarskaddu Teit R. Joensen og Petur Paula Mikkelsen noyðist John Petersen helst eisini at vera tveir aðrar spælarar fyriuttan. Rumenski verjuspælarin, Vali, og Erland B. Danielsen eru báðir skaddir, og tað verður mett sera ivasamt, um teir báðir eru tøkir. Hjá Víkingi eru allir mans til reiðar at tørna út.