Víkingarnir skulu reisa seg aftur

Mannfall er á ÍF miðvøllinum, og í botninum lúrir møguleikin fyri, at AB skal detta heilt burtur ímillum

Stigatalvan sigur, at tað eru grannaliðini Víkingur og ÍF, sum hava møguleika at stinga seg fram millum tey fremstu, nú tá ið toppliðini bæði, HB og KÍ, fara at dyst­ast í Klaksvík.
Víkinga avrikið var einki at reypa av, tá ið eystur­oy­ing­arnir fyri aðru ferð í ár vórðu sendir úr Gundadali við stórtapi. Hesa ferð var tað 3-0 ímóti HB. Geza Turi er leikbannaður, nú 07 Vestur kemur at vitja. Tað er møgu­leiki fyri, at 16 ára gamli Elias Rasmussen fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at verja Víkinga málið í bestu deildini.
07 Vestur legði sunnu­dagin rygg til 3-0 heimatap ímóti B36. Í Gundadali megn­aði 07 Vestur herfyri mál­leysan javnleik ímóti HB. Útgangs­støðið ímóti Víkingi verð­ur eins verjukent, sum tað var ímóti HB. Hesa ferð verður Tehé Aristidé ikki í mið­verjuni. Hann er leik­bann­aður eftir reyða kortið ímóti B36.

Hol á miðvøllinum
Fuglfirðingar fóru longu í gjárkvøldið um Suðuroyar­fjørð. Fyrsta bríkslið við Stórá verður klokkan 13.30. At tað verður spælt so tíðliga ber við sær, at ÍF ferðalagið sleppur frá at liggja nátt tvær ferðir sunnanfjørðs.
ÍF vísti sunnudagin góðan moral, tá ið 0-3 varð vent til 3-3 ímóti KÍ. Tað kemur dátt við, at stýrimaðurin á mið­vøllinum, Høgni Madsen, er leik­bannaður. Alaksandar Jovevic er ivasamur, og Jákup Johansen er framvegis skaddur. Bogi Reinert Petersen hevur orsaka av skaða ikki spælt seinastu ferð­ir­nar, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.
Hjá TB er týdningar­mikl­asti álopsspælarin, Poul Ingason, leikbannaður eftir tvey gul kort í Streymnesi, og mið­vallarin Ragnar Tausen er ivasamur. Orsaka av skaða spældi hann ikki við í Streym­nesi, tá ið TB vísti fram­úr moral og tvær ferðir svaraði aftur, so úrslitið varð 2-2.

Kroystir argjamenn
Hóast framvegis skaðaplágað so megnaði B36 3-0 sigur í Sørvági. Í kvøld verður granna­uppgerð í Gundadali ímóti AB, sum framvegis er stigaleyst, og sum hevur mál­munin 5-14. Sjálvandi vóru argjamenn harmir, tá ið teir ímóti NSÍ á Argjum mistu javnleikin í síðstu sekund­unum.
AB hevur verið illa skaða­plágað, og soleiðis er tað fram­vegis. Hjá B36 er Súni Olsen fyri aðru og síðstu ferð í hesum umfarinum leik­bannaður. Jákup á Borg er fram­vegis skaddur, meðan tað verður roknað við, at vong­verjin í vinstru, Símun Joensen, verður førur fyri at spæla , eftir at hann í Sørvági sat skaddur á beinkinum.
Eftir seks umfør er AB fimm stig frá bjargingini. Tað kann laga seg soleiðis í kvøld, at fjarstøðan verður upp­aftur meiri enn so.

Seks stig
FM vinnararnir í EB/Streymi spæla í Runavík. Higartil hev­ur tað bara eydnast FM vinn­arunum at vinna eina ferð – í fyrsta umfari 4-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Sunnudagin var tað vónbrot, at tað ikki eydnaðist at varðveita leiðslurnar ímóti TB. Arnbjørn Hansen, Brian Olsen og Marni Djurhuus eru fram­vegis skaddir.
Í NSÍ leguni var fagnað­urin stórur eftir 3-2 sigurin á Argjum. Venjarin, Abraham Løkin, ásannaði, at talan hevði ikki verið um sann­før­andi avrik, og at tað ikki minst er dygd at vinna so­vornar uppgerðir. Einar Tróndar­gjógv er tøkur aftur eftir leikbannið á Argjum. Mál­verjin, Kristian Joensen, er plágaður av skaða í lær­krik­anum, men tað verður roknað við, at hann fer at spæla ímóti EB/Streymi.
Um tað eydnast EB/Streymi at vinna, so verða meist­ararnir á sama stigatali sum NSÍ. Um gestirnir einki fáa burturúr, so verður frá­støðan fram til miðjuna á talv­uni óhugaliga stór!