Víkingur endaði omaná

Víkingur-B68: Oyggjauppgerðin í Sarpugerði, har toftamenn vitjaðu, endaði við 2-1 sigri til Víking. Víkingur hevur í dag tryggjað sær trý stig. Úrslitið í heimadystinum ímóti B68 var 2-1, eftir at toftamenn vóru á odda 1-0 í hálvleikinum.

Talan var um tætta uppgerð, har B68 leingi rættuliga var við til at seta dám á. Síðstu løtuna var heimaliðið omaná.

Camara legði B68 framum í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki skoraði Víkingur tvey mál. Sam Jacobsen umsetti brotsspark til mál, og Sølvi Vatnhamar skoraði sigursmálið við langskoti.

Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 11 stig og hevur lagt seg upp á síðuna á oddaliðnum B36, sum skal til Klaksvíkar ímorgin. B68 hevur fýra stig fyri seks dystir.

 

Víkingur-B68 2-1 (0-1)

Dómari: Lars Múller

0-1: Ibrahima Camara 19.

1-1: Sam Jacobsen br 70.

2-1: Sølvi Vatnhamar 82.

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclasen (Heðin Hansen, 64.), Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Evrard Ble, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hans Jørgen Djurhuus (Símun Hansen, 64.) - Finnur Justinussen

Gult kort: Erling Jacobsen, Símun Hansen, Sølvi Vatnhamar

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Ndende Adama Guéye, Niclas Joensen, Dánjal Pauli Højgaard - Kristian Anton Andreasen, Remi Langgaard, André Olsen (Eli Simonsen, 86.), Dion Splidt Jacobsen (Jónleif Højgaard, 74.) - Ibrahima Camara, Stig-Roar Søbstad (Oddur Højgaard, 70.)

Gult kort: Tórður Thomsen, Kristian Anton Andreasen

 

 

 

----

 

80 min.

2-1: Sølvi Vatnhamar 79.

Nú sær tað hópin ljósari út hjá heimaliðnum í Sarpugerði, enn tað gjørdi, tá ið 1. hálvleikur var liðugur.

Stórar tíggju minuttir undan leikloki hevur heimaliðið lagt seg á odda 2-1. Málskjútti var miðvallarin Sølvi Vatnhamar, sum royndi seg við skoti úti frá. Tað tóktist ikki at vera so ógvuliga vandamikið, men kortini fór bólturin inn um Tórð Thomsen og í málið.

 

--

 

70 min.

1-1: Sam Jacobsen br 70.

Nú er javnt í Gøtu. Miðvallarin Sam Jacobsen hevur umsett brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir tætta støðu í B68 brotsteiginum, tá ið Víkingur hevði lagt fríspark úr høgru og inn í brotsteigin. Tað tóktist, sum at hann dømdi ímóti B68 málverjanum.

 

---

 

55 min.

0-1

Ongar útskiftingar eru gjørdar. Camara hjá B68 var um at sleppa leysur, men hann varð tikin, og dómarin vísti gula kortið til víkingin.

 

--

 

45 min.

Hálvleikur

0-1

Heimaliðið legði ógvusliga fyri, og víkingarnir høvdu fyrstu løtuna møguleikar at gera mál, men tað eydnaðist ikki. So fótaði B68 sær, og síðsta partin av hálvleikinum stóðu toftamenn avgjørt einki aftanfyri Víking.

 

---

 

30 min.

0-1: Camara 28.

Toftamenn hava lagt seg á odda í Gøtu. Málið skoraði Camara. Remi Langgaard breyt ígjøgnum í vinstru, Kristian Anton Andreasen royndi við høvdinum at stýra bóltin í málið eftir innlegg, og Camara var fyrstur á returbóltinum.

Tað hevur leikað javnt á, og møguleikar hava verið í báðum endum.

 

--

 

15 min.

0-0

 

Hetta er onnur ferðin ínnan tríggjar dagar, at hesi bæði liðini hittast í Gøtu. Mikukvøldið spældu tey fjórðingsfinalu í steypakappingini. Tá var støðan 1-1 eftir vanliga leiktíð og 2-2 eftir longda leiktíð. B68 vann brotssparkskappingina.

Líkindini at spæla fótbólt í Sarpugerði eru góð ídag.

 

 

Víkingur-B68 kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Evrard Ble, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hans Jørgen Djurhuus - Finnur Justinussen

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Ndende Adama Guéye, Niclas Joensen, Dánjal Pauli Højgaard - Kristian Anton Andreasen, Remi Langgaard, André Olsen, Dion Splidt Jacobsen - Ibrahima Camara, Stig-Roar Søbstad