Víkingur er við aftur

Víkingur vann 2-0 á B68 í Sarpugerði í Gøtu í dag. Talan var um fyrsta dystin í 20. leikumfari, sum hevur við sær, at Víkingur fyribils hevur lagt seg á annað plássið í deildini.

 

Talan var um ein rímiliga javnan fyrra hálvleik, har Víkingur tó hevði naskaru royndirnar. Í seinna hálvleiki vórðu vandamiklar atsóknir umsettar til mál. Filip Djordjevic og Hjartvard Hansen gjørdu hvør sítt, og í báðum førum var talan um ógvuliga góð mál. Filip setti fleiri mans av sær, áðrenn hann legði heimaliðið á odda, meðan Hjartvard staðfesti sigurin, eftir at Ble hevði lagt lunnar undir frálíka mál hansara.

 

Víkingur hevur við hesum staðfest, at teir eru við aftur í landskappingini, samstundis sum teir eru klárir til steypafinaluna næsta vikuskiftið, tá teir fara at dystast við EB/Streym í Gundadali.

 

Víkingur - B68 2-0 (0-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Filip Djordjevic

2-0: Hjartvard Hansen

 

Liðini byrjaðu soleiðis:

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen – Kaj Leo í Bartalsstovu,Niklas Niclassen , Evrard Ble, Sølvi Vatnhamar Hans Jørgen Djurhuus – Filip Djordjevic.

 

B68: Hans Jørgensen – Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Einar Hansen – Jónleif Højgaard, Jan Volf Andersen, Ndende Adama Gueye, Jann Ingi Petersen, Christian Høgni Jacobsen – Haraldur Højgaard.

 

Gongdin í dagsins dysti var annars henda:

 

Víkingur - B68 2-0 (0-0)

 

94. Liðugt! Víkingur hevur vunnið uppiborið 2-0! Teir vóru betri dystin á tamb. Í fyrra hálvleiki vóru liðini meiri jøvn, men Víkingur var vandameira liðið. Í seinna hálvleiki gjørdist munurin stórur og Víkingur gjørdi tvey mál.

90. min: Fýra minuttir eru lagdir aftrat!

89. min: Tað gekk ov long tíð, áðrenn B68 kom fyri seg, so Víkingur sær út til at fara við øllum í dag.

86. min: Einki hevur riggaði hjá B68 í seinna hálvleiki, men síðani Øssur Hansen kom á vøllin hevur tað riggað betri hjá toftamonnum. Eitt mál liggur í luftini, men trupult er at meta um, hvønn veg tað fer.

72. min: Øssur Hansen er komin á vøllin! 41 ára gamla legendan loysir danan Jan Volf Andersen av. Øssur kemur inn á vinstra vong, har B68 vónar at fáa nøkur góð og neyv innlegg.

70. min: Víkingur er munandi grammara liðið, og soleiðis sum tað sær út í løtuni, er tað nærri við at verða 3-0 heldur enn 2-1.

65. min: MÁÁÁÁÁL!!! Innskifti Hjartvard Hansen hevur økt um leiðsluna! Eitt fantastiskt mál, har Evrard Ble finnur Sølva Vatnhamar, ið spælir Hjartvard Hansen, sum skorar til 2-0.

49. min: MÁÁÁÁÁL!!! Filip Djordjevic hevur við einum sera góðum einmansavriki lagt Víking á odda. Nýggi maðurin í Víkingi, sum ikki hevur arbeitt serliga nógv higartil í dystinum, setti tríggjar mans av, áðrenn hann smekkaði bóltin í netið úr 13-14 metrum.

46. min: So er dysturin byrjaður aftur! Tað eru somu 22 leikararnir, sum byrjaðu dystin, ið fara á vøllin í seinna hálvleiki.

 

45. min: Legendan Øssur Hansen er at finna millum leikararnar á beinkinum hjá B68.

45. min: Hálveikur! Víkingur hevur havt vandameiru møguleikarnar, men B68 hevur eisini roynt. Fyrstu góðu 20 minuttirnir vóru nokk so tungir, meðan seinasta góða korterið var hampiliga lívligt.

38. min: Christian Høgni Jacobsen vinnur B68 hornaspark, tá skot hansara rakti Niklas Niclassen á vegnum. Eitt skot, sum mundi snýtt Geza Turi, og frægasta álopið hjá B68 higartil.

35. min: Sølvi Vatnhamar gjørdist brádliga púra leysur, tá innleggið ikki rakti mennirnar frammanfyri, men fall fyri føturnar á honum, men ólukkutíð fyri Víking og hann, fekk hann ikki reiðiligt skot á bóltin.

32. min: Fótbóltslíkindini eru góð í Gøtu, men tað er kanska nakað vátt, tí vøllurin gevur leikarunum trupulleikar.

27. min: Einar Hansen hjá B68 fær gult kort fyri eitt sokallað professionelt fríspark.

22. min: Framvegis málleyst í Sarpugerði í Gøtu.

10. min: Víkingur hevur havt tveir risa kjansir fyrstu løtuna, har fyrst Sølvi Vatnhamar gjørdist leysur og skeyt úr spískum, og Hanus Jacobsen síðani sendi returin upp um málið.

5. min: Hans Jørgen Djurhuus, sum bleiv giftur fyrr í dag, byrjar inni fyri Víking.

 

Undan dystinum: Fyrsti dystur í 20. leikumfari verður spældur í dag. Talan er um dyst, har bæði liðini hava havt mótgongd seinastu dystirnar – og hetta skal ætlandi venda í dag. Í Sarpugerði, har dysturin verður leiktur, fegnast tey um, at liðformaðurin Atli Gregersen er við aftur eftir leikbann. Hinvegin harmast gestirnir B68 um, at André Olsen ikki er við vegna skaða.