Víkingur hevur svarað aftur

Tað er rættuliga lívligt í Sarpugerði. Tíggju minuttir eru farnir, og støðan er 1-1.

Sam Jacobsen javnaði við brotssparki fyri Víking. Eiler Rasmussen peikaði á ellivu metra blettin, eftir at miðvallarin Sølvi Vatnhamar varð feldur í brotsteiginum.