Víkingur hevur vunnið silvur

Úrslitini hjá ungu víkingunum hava nógvu tær seinastu ferðirnar verið framúr

Nú er tað greitt, at næstbesta liðið hjá Víkingi hevur vunnið silvurkrónurnar. Tað varð staðfest seinnapartin, tá ið Víkingur í Trongisvági vann 4-0 ímóti Suðringum.

 

AB vann í kvøld 2-0 ímóti B68. Rasmus Dan Sørensen skoraði í fyrra hálvleiki, og Bjarki Nielsen, sum átti uppleggið til fyrra málið, staðfesti sigurin í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

AB hevur nú 64 stig og hevur langt síðani vunnið deildina.

Steypið og gullkrónurnar fáa argjamenn í Klaksvík um eina viku. Tá fæst at síggja, um AB fer at megna at taka metið hjá sær í næstbestu deildini, sum er 65 stig.

 

Víkingur hevur 50 stig, meðan KÍ á triðja plássi hevur 46 stig.

Blaðunga Víkinga liðið hevur rættiliga veriða á aldukambinum nógvur tær seinastu ferðirnar. Víkingur hevur vunnið seks tær seinastu ferðirnar við samlaða málmuninum 15-1!

Í dag hevði Víkingur fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, tá ið tað eydnaðist at skora tvey mál.

 

26. umfar

ÍF-B36 1-3 (0-1)

0-1: Eli Christiansen 23.

1-1: Høgni á Lakjuni 78.

1-2: Hugin Samuelsen 82.

1-3: Hugin Samuelsen 90.

 

NSÍ-HB 2-1 (0-1)

0-1: sjálvmál 45.

1-1: Aron Knudsen 50.

2-1: Haraldur R. Højgaard 57.

 

Giza Hoyvík-KÍ 3-1 (1-0)

1-0: Niklas Fríði Jacobsen 33.

1-1: Steinbjørn Olsen 57.

2-1: Ahmed Keita 75.

3-1: Óli R. Hansen 90.

 

AB-B68 2-0 (1-0)

1-0: Rasmus Dan Sørensen 21.

2-0: Bjarki Nielsen 94.

 

Suðringar-Víkingur 0-4 (0-2) 

0-1: Hans Jákup Lervig 41.

0-2: Pól Enok Hansen 45.+1.

0-3: Elias Lervig 79.

0-4: Hans Jákup Lervig 93.

 

Støðan eftir 26 umfør

AB 64

Víkingur 50

KÍ 46

B68 43

HB 36

NSÍ 36

Giza Hoyvík 35

Suðringar 31

B36 27

ÍF 0

 

27. umfar

Leygardagin klokkan 12.30

KÍ-AB

Víkingur-Giza Hoyvík

B68-ÍF

HB-Suðringar

B36-NSÍ