Fyri fyrstu ferð í 10 dystum tapti oddaliðið EB/Streymur. Hetta kendi heima við Margáir í kvøld, tá ið Víkingur var á vitjan og vann dystin 1-0. Málið skeyt Bárður J. Hansen tá ið fimm minuttir vóru leiktir.
Tað var Víkingur, sum serliga í fyrra hálvleiki var væl omaná og hevði góðar møguleikar til at gera fleiri mál, men eitt nú ein stórspælandi René Tórgarð og stongin vóru fyri. Í seinna hálvleiki var tað somuleiðis Víkingur, sum hevði bestu málmøguleikarnar, og eitt nú rakti Kaj Leo í Bartalsstovu tvørtræið. Spælið hjá EB/Streymi riggaði illa í ov stórum pørtum av dystinum, og 1-0-sigurin hjá Víkingi var fult uppiborin.
Sí beinleiðis frásøgn frá dystinum niðanfyri:
Liðugt: EB/Streymur royndi at leggja trýst á ímóti dystarenda, men eins og í stórum pørtum av dystinum, so vóru teir lítið vandamiklir, og 1-0-sigurin hjá Víkingi var væl uppiborin.
80min: Samanspælið hjá EB/Streymur riggar betur, nú teir gera alt fyri at fáa útjavnandi málið. Arnbjørn Hansen hevur havt eina skotroynd mótvegis málinum, men Geza Turi hevði ongar trupulleikar av at bjarga skotinum.
70min: EB/Streymur roynir at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið. Tað var um reppið, at teir eisini fingu tað eftir eitt hornasparksinnlegg. Bólturin gjørdist leysur í feltinum, og hóast heimaliðið fekk skot á bóltin í fleiri atløgum, so var verjan hjá Víkingi fyri og tað endaði við, at Geza Turi fekk bóltin í føvningin.
60min: Kaj Leo í Bartalsstovu er eyðsýndur hjá Víkingi. Hann setti ein mann av og úr 20 metrum langaði hann bóltin á tvørtræið og upp um.
55min: EB/Streymur er blivið meiri nærgangandi frá byrjan í seinna hálvleiki, men framvegis er einki vandamikið sprottið burturúr.
Hálvleikur: Víkingur hevur verið greitt betra liðið í fyrra hálvleiki og havt hópin av málmøguleikum. Teir úr EB/Streymi skulu helst vera glaðir fyri, at hálvleiksstøðan bara er 1-0 til Víking.
42min: Risa stórur møguleiki til Víking. Sølvi Vatnhamar tamdi bóltin væl í feltinum og langaði til, men hesaferð var stongin fyri.
40min: Eftir ein sera ferðmikla byrjan er spælið dovnað nakað, men EB/Streymur hevur nýtt hesa løtuna til at fóta sær og er nú betur við í dystinum.
30min: Tað leikar hart á. Arnbjørn Hansen gjørdist leysur í feltinum og lyfti bóltin upp um Geza Turi í Víkinga-málinum, men Erling D. Jacobsen rann væl aftur og sparkaði bóltin burt nærmast á málstrikuni. Í næsta álopinum hevði Fritleif í Lambanum góðan málmøguleika, men ein stórspælandi René Tórgarð bjargaði aftur.
25min: Víkingur og kanska serliga Hjartvard Hansen mynda dystin við Margáir. Hann kom framvið einum manni í feltinum og royndi seg við skotroynd, men aftur hesaferð var René Tórgarð fyri og bjargaði til hornaspark.
22min: Kaj Leo í Bartalsstovu hevur roynt seg við frálíkum skoti, men ein stórbjarging frá René Tórgarð forðaði fyri, at Víkingur økti um leiðsluna.
20min: EB/Streymur er við at fáa spælið á glið og hevur limað seg inn í dystin, men nærri enn tvey langskot eru teir enn ikki komnir.
15min: Oddaliðið er skelkað og tað er Víkingur, sum sum situr á mesta spælinum. Hjartvard Hansen hevur verið um reppið at stúta bóltin í mál, men bólturin fór beint omanfyri málið.
5min: MÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til Víking. Bárður J. Hansen legði bóltin væl innfyri, har René Tórgarð hálvbjargaði, men hjálpardómarin metti, at bólturin var innanfyri málstrikuna.
2min: Fótbóltslíkindini eru framúr góð við Margáir, har tað er bæði turt og lýtt. Víkingur hevur tilspælt sær hornaspark tíðliga í dystinum, men skerda EB/Streyma-verjan uttan liðskiparin, Egil á Bø, ruddaði burt.
Bæði liðini eru nakað skerd til dystin í dag. Heimaliðið er uttan Egil í Bø og Pætur Dam Jacobsen, meðan Víkingur ikki hevur Hanus Jacobsen og Lasse Qvist tøkar til dystin.
Byrjunaruppstillingar
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Pauli G. Hansen, Árni G. Olsen - Jonhard Frederiksberg, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen
Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling D. Jacobsen, Dánial Pauli Lervig - Evrard Blé, Fritleif í Lambanum, Niclas Niclassen, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu - Hjartvard Hansen
Dómari: Eiler Rasmussen