Víkingur spælir í kvøld týdningarmiklan dyst í Champions League undankappingini, tá teir spæla seinnu uppgerðina móti Trepca 89 í Kosovo.
Víkingur vann fyrru uppgerðina á Tórsvølli 2-1 móti Trepca 89, og hevur tí gott útgangsstøðið til dystin í kvøld.
Og eydnast tað Víkingi at vinna seg víðari í annað undanumfar av Champions League kappingini í kvøld, fær Víkingur ein stóran fíggjarligan vinning.
Víðari luttøka í undanspælinum av Champions League kappingini gevur 250.000 evrir við sær, sum svarar til gott og væl 2 milliónir krónur. Nágreiniliga 1,85 milliónir kronur.
Teir pengarnir koma afturat pengunum, ið Víkingur fekk í fjør fyri at vinna FM-heitið, og sum Víkingur hevur fingið í ár fyri at luttaka í fyrsta undanumfari av Champions League kappingini.
Kemur Víkingur víðari í annað undanumfar av Champions League kappingini, bíða íslendsku meistararnir úr FH við Gunnari Nielsen í málinum har.
Dysturin hjá Víkingi í kvøld byrjar klokkan 17:00.