Vøkru strendurnar tróta ikki í Uruguay

Á ferð í Uruguay, 4. Partur

Tá flestu fólk skulu velja sær eitt ferðamál, so vigar tað ofta tungt hjá tí stóru fjøldini, at landið, sum ferðast skal til hevur góðar baðistrendur. Eisini á tí økinum er Uruguay væl fyri. Fólk úr teimum stóru grannalondunum hjá Uruguay, Argentina og Brasil, leita í hópatali til lítla friðarliga grannalandið at halda feriu, serliga í strandarøkjunum. Tá eg og Ivan Eginsson Eysturland koyrdu runt Uruguay í november í fjør, sum var seint á vári á tí sunnaru jørðhálvuni, so vóru alla tíðina bilar at síggja, sum høvdu fremmand nummarspjøldur. Eitt gott tekin um, at Uruguay dregur.
Hugtakandi strondin í Piriapolis
Nakað eystanfyri høvuðsstaðin, Montevideo liggur strandarbýurin, Piriapolis. Piriapolis hevur ikki eina so drúgva søgu. Býurin varð grundlagdur so seint, sum í 1890. Kortini hevur býurin, sum bara hevur 124 ár á baki veruliga gjørt ein vørr fyri ferðavinnuna í Uruguay. Í býnum finst eitt hotel, sum er eitt ógvuliga kent hotel í Suðuramerika, nevnliga Argentino Casino Hotel. Sum navnið boðar frá, so koma nógvir gestir úr Argentina, har tað ikki er loyvt at hava casino-virksemið. Strondin í Piriapolis er ein undirføgur sjón fyri tey, sum eru strandarleyvur. Ein lang strond við góðum sandi, har øll spøl og aktivitetir, sum henda á slíkum strondum hava ein góðan møguleika at verða íðkaði. Tað eru bara 8.500 fastbúgvandi fólk í Piriapolis, men um summarið, frá seinast í november til seinast í februar er ofta rokandi fult við fólki á tí vøkru, longu strondini.
Minniliga ørnin í Atlantida
Í Uruguay er nógvastaðni hugtakandi og øðrvísi list at síggja. Í øðrum pørti greiddu vit frá tí serliga listarverkinum við fingrunum á strondini í Punta del Este. Í býnum Atlantida finst ein heilt serlig ørn, sum er dømi um heilt serliga byggilist. Ørnin er bygd upp av steinum og sandi, og tað ber til hjá teimum ferðandi at fara inn í hesa serligu ørnina, har eyguni eru innrættaði, sum vindeygu, har tey vitjandi so kunnu standa og hyggja út í havsbrúnna. Atlantida liggur bert 45 kilometrar eystanfyri Montevideo. Býurin varð grundlagdur í 1911, og har eru 5.600 fastbúgvandi fólk. Eisini her síggjast mong vitjandi, tí Atlantida hevur eisini strendurnar, sum “mainstream”-ferðafólkini ganga so høgt uppí.
Vanliga fólkið ferðast til La Paloma
Nakað vestanfyri markið til Brasil liggur enn ein strandarbýur, sum eisini er væl vitjaður av ferðafólki. Talan er um býin La Paloma í Rocha-økinum. Her hevur familjan hjá Føroya-vininum, Joaquin Memoli Suarez havt eitt summarhús gjøgnum trý ættarlið. La Paloma hevur heldur ikki eina so drúgva søgu. Býurin varð grundlagdur í 1874, og hevur 4.700 fastbúgvandi íbúgvar. Tað eru meira jarðbundin og vanlig ferðafólk, sum ferðast til La Paloma, meðan tey ovurhonds múgvandi fólkini halda seg til Punta del Este. Men Uruguay hevur í sínum vísdómi syrgt fyri at verða eitt ferðaland til einhvønn pengapung.
Vitin, Cabo Santa Maria
Í La Paloma er ein vakur viti, sum hevði rørt hjarta á hvørjum føroyskum sjómanni. Vitin, sum er frá 1874, og er javnaldri við býin nevnist Cabo Santa Maria. Sjáldan havi eg sæð ein so vakran vita. Nógv skipaferðsla er framvið suðuramerikonsku strondini, og tískil vóru nógvir vitar bygdir seinast í 19. øld, og fyrst í 20. øld. Saman við Ivani og Joaquin gekk eg tey hundraðtals trinini upp til ovasta partin av vitanum, har vit kundu njóta eitt sjáldsama vakurt útsýnið. Vitin er 42 metrar høgur, er hvíttkálkaður, og veruliga ein føgur sjón. Vit lógu nátt í summarhúsinum hjá familjuni hjá Joaquin Memoli Suarez, sum unti okkum nógvan blíðskap. Í januar og februar hava Ivan og Kinga Eysturland leigað eitt vakurt summarhús í La Paloma, sum er teknað av einum byggifrøðingi. Og eftir tí, sum frættist frá teimum, sum nú halda summarferiu, meðan vit royna at hóra undan einum tí ringasta vetrinum nakrantíð, so kann tað viðmælast. Í næsta parti kemur lesarin at frætta ymiskt um høvuðsstaðin, Montevideo, sum var staðið vit koyrdu út frá, tá vit gjørdu okkara góðu ferðir kring Uruguay.