Vøkstur heldur enn niðurlaging

Oddagrein:

Hesi orð kunnu hóskandi standa sum yvirskrift yvir eini politiskari fráboðan, sum allir flokkar í Tórshavnar býráð hava sent út og sum stóð sum tíðargrein her í blaðnum í gjár. Hetta er eitt áhugvert skjal, tí tað sigur nakað um tann hugburð, sum leiðslan í landsins størstu kommunu hevur til ta altjóða kreppu, sum alt meira er farin at gera um seg í Føroyum.

 

Ein slík kreppa kann verða taklað á mangan hátt. Ein kann velja at lata standa til, ella at høgga bremsurnar í ella í øllum førum tátta í almenna so væl sum privata geiran. Ein kann eisini velja ein meira ágangandi politikk alt eftir hvørji politisk grundajónarmið ein hevur. Úrslitini og ávirkanin á samlaða búskapin verður hareftir.

 

Tað er eygsýnt, at búskaparliga ávirkanin av virkseminum í høvuðsstaðnum er stór av tí einføldu orsøk, at høvuðsstaðurin tekur so nógv pláss í samlaða virksmeminum í landinum. Tað er tí ikki líkamikið hvørja strategi, ið eitt býrað velur við atliti at minkandi virkseminum í landinum og í umheiminum sum heild. Tað er í hesum høpi, at fráboðanin, ið nevnist Viljin til vøkstur skal síggjast. Við hesum skjali hevur býráðið í Tórshavn fráboðað, at ein ætlar at reka ein ekspansivan politikk, ein politikk, ið elvir til vøkstur heldur enn ein kontraktivan politikk, ið elvir til, at stígur kemur í virksemið í Suðurstreymoy.

 

Lat so vera, at henda politiska kós kemur at krevja lántøku, men hetta er ivaleyst at velja fram um einki at skylda, alt meðan kreppan bert stendur við og veksur við øllum teimum óhepnu avleiðingum, sum ein slík politisk kós hevur við sær. Nevnda fráboðan er eitt katalog ella ein skrá yvir øll tey øki, har neyðugt verður at seta inn og at menna til tess at uppihalda virkseminum í høvuðstaðnum. So vil tíðin vísa, hvørt tað fer at eydnast samgongu og andstøðu í Tórshavnar býráð at halda fast og fremja hesar ætlanir. Eydnast hetta, kunnu vit bert fegnast, miseydnast hetta, so hevur ein í hvussu er ikki sitið hendur í favn – ein hevur veruliga roynt at byggja borð fyri báru.

 

Sostatt hevur landsins størsta kommuna klárt og greitt meldað út við síni støðu og sínum grundleggjandi hugburði til kreppuna, og borgarar og vinnulív hava ein góða hóming av, hvat kann væntast frá kommunala geiranum í høvðusstaðnum. Hetta hevur í sjálvum sær eitt jaligt árin á vinnuliga umhvørvið og huglagið.

 

Sama kann tíverri ikki verða sagt um almenna geiran. Her má tíverri staðfestast, at útmeldingarnar úr Tinganesi eru bæði ógreiðar og mótstríðandi. Tað dregur út við tí kreppu og/ella vakstrarpakka, sum lovaður er. Hetta bendir á atgerðarloysi. Vit vita heldur ikki hvat, ið er í pakkanum, men dúgliga verðir gitt og er nakað um hesar gitingar, so draga landsstýrið og Havnar kommuna ikki somu línu. Tað sindrið, vit vita, bendir á ein táttandi og stramman fíggjar- og búskaparpolitikk, sum bert kann elva til enn minni virksemi í landinum. Her er talan um annan hugburð, og so er spurningurin, hvør hugburður gagnar landi og fólki mest. Vit eru ikki í iva.